Tað er greitt, at fleiri túsund fólk fara at ganga mótmælisgongu í London, tá Bush kemur at vitja, og nú stúrir Scotland Yard fyri, at limir í yvirgangsfelagsskapinum al-Qaeda fara at blanda seg upp í mótmælisfólkið við tí fyri eyga at gera seg inn á forsetan.
Trygdartiltøkini í sambandi við vitjanina hjá amerikanska forsetanum verða so umfatandi sum ongantíð fyrr, men sambært blaðnum The Times stúrir løgreglan fyri, hvat kann henda, um mótmælisfólk og løgreglan bresta saman. Í ruðuleikanum, sum tá verður, verður tað ivaleyst lættari hjá yvirgangsmonnum at gera seg inn á Bush, skrivar The Times.
Tey, sum skipa fyri mótmælisgongunum ímóti Bush, vænta, at minst 100.000 fólk fara at ganga mótmælisgongu, men løgreglan hevur boðað frá, at eingin sleppur at mótmæla nærhendis Parliament Square og stjórnarbygningunum í Whitehall.
Keldur í bretsku løgregluni siga við The Times, at amerikonsku myndugleikarnir hava sett krøv um trygdina í London í sambandi við forsetavitjanina, men at hesi vóru so umfatandi, at tey kundu als ikki góðtakast. Eitt nú kravdu amerikanararnir, at øll ferðsla í miðbýnum og fleiri kilometrar haðani skuldi steðga longu fleiri tímar, áðrenn Bush kemur til Bretlands.
Í London skal Bush hitta Tony Blair, forsætisráðharra,og hann skal eisini hitta Elizabeth drotning í Buckingham Palace.