Norðurlendska Maskinmeistarafelagið hevur seinastu dagarnar havt fund í Føroyum, har ymisk evnir hava verið viðgjørd.
Millum annað hava viðurskiftini viðvíkjandi hvílutíðum umborð á skipum verið umrødd, tí felagið metir, at galdandi lógir á økinum ikki verða yvirhildnar.
- NMF stúrir fyri, at reiðaríini framhaldandi manna síni skip soleiðis, at arbeiðstakarar slaka í krøvunum um arbeiðshvíld, m.a. við 6-6 vaktum og E0 vakt, ið verður íroknað hvílutíðini, skrivar felagið í yvirlýsing frá fundinum, og leggja aftrat.
- Bæði IMO og ILO reglur um hvílutíð staðfesta, at arbeiðstakarar á sjónum skulu hava minst 10 tímar hvílu í einum tíðarskeiði á 24 tímar, og 77 tímar í einum tíðarskeiði á 7 døgn. Hvílutíðin kann býtast upp í tvey tíðarskeið, harav ein skal vera í minsta lagi 6 tímar. Tíðin millum hvílutíðir skal ikki vera longri enn 14 tímar.
Felagið vísir á, at um reglurnar ikki verða yvirhildnar, so kann arbeiðstakari, skipsførari og reiðarí straffast við bót, umframt at skipið kann verða afturhildið.
Í løtuni er tað Páll Hansen, formaður í føroyska Maskinmeistarafelagnum, ið er formaður í Norðurlendska Maskinmeistarafelagnum.