Afturvendandi prát undan ólavsøkuróðrinum er, um tað nú man fara at eydnast at taka ólavsøkumetið.
Kendasta ólavsøkumetið man vera tað hjá skálamonnum. Í 1992 ella fyri einari fjórðingsøld síðani vann Skálabáturin ólavsøkuróðurin millum 10-mannaførini. Samstundis setti Skálabáturin met. Stutti teinurin av Argjahøvda og inn undir Skipafelagið var avgreiddur í 3.52.00.
Síðani hevur eingin bátur megnað at rógva sko skjótt á ólavsøku. Tættast mettíðini var Havnarbáturin í 2001. Tá vann Havnarbáturin við tíðini 3.52.03.
Ein av teimum, sum hevur gjørt roynd at taka metið hjá skálamonnum, er Martin Venned, sum nú er venjari hjá bátunum í Fuglafirði, og sum hevur vunnið fleiri FM heiti bæði við 8-mannafarinmnum Nevið Reyða og við 10-mannaførunum Eysturoyingi, Klaksvíkingi og Havnarbátinum:
-Í 2008 vandu vit við Havnarbátinum nógv uppundir ólavsøku. Vit ætlaðu at taka metið, og tíðirnar undan ólavsøku bendu á, at tað fór at eydnast, tí fleiri ferðir róðu vit teinin undir 3.52.00. Men á degnum var vinnaratíðin 4.00.04. Triði besta vinnaratíðin á ólavsøku var við Klaksvíkingi í 2009, tá ið vit vunnu í tíðini 3.56.19, sigur Martin Venned, og hann heldur fram:
-Veðuyr og vindur og rák hevur sjálvandi nógv at gera. Um tað skal eydnast at taka metið, so skulu umstøðurnar vera tær røttu, og so skal alt sita hundrað prosent umborð á bátinum, og ivaleyst er tað mest upplagt, at metið verður sett, tá ið talan er um sera tætta kapping, sigur Martin Venned.
Ólavsøkumetini
10-mannafør
Skálabáturin 1992 3.52.00
8-mannafør
Ørvur 1999 4.03.21
6-mannafør menn
Tvørabáturin 2009 4.12.06
5-mannafør dreingir
Súlan 1994 4.14.68
6-mannafør kvinnur
Jarnbardur 1995 4.21.12
5-mannafør kvinnur
Aldan 1981 4.38.40
5-mannafør gentur
Drekin 2008 4.29.24
Barnaróður gentur
Drekin 2005 2.12.09
Barnaróður dreingir
Sílið 2006 2.00.00