Stóra virksemi fær KJ at byggja út

- Vit hava havt eitt gott samstarv við KJ-Hydraulik, og vit eru fúsir til hesa uppgávu, sigur stjórin í Kanjon, Kjartan Hansen.

Stóra virksemi hjá KJ-Hydraulik  á Kambsdali hevur í longri tíð havt tørv á størri smiðjuhølum.

 

- Tí fegnast vit um, at vit i dag hava undirskrivað sáttmála við Kanjon um nýggjan smiðjubygning á Kambsdali, sum skal standa klárur í mai 2017.

 

Tað siga tey hjá KJ-Hydraulik í dag. 

 

- Vit hava havt eitt gott samstarv við KJ, og vit eru fúsir til hesa uppgávu, sigur stjórin í Kanjon, Kjartan Hansen.

 

Sum skilst á stjóra og marknaðarleiðara hjá KJ-Hydraulik, Ólavi A. Olsen og Viggo Johannesen, fær fyritøkan á Kambsdali umleið tvífalt so stórt smiðjupláss við útbyggingini.