Stóran týdning hvussu bilarnir eru skøddir

Oddagrein

Ferðslan á føroysku vegunum er ómetaliga nógv vaksin seinast árini, og hevur hetta við sær at í meldurtíðunum koyra bilarnir í longum røðum aftan á hvørjum øðrum, og tað skal lítið til at ólag kemur á ferðsluna. Um t.d. ein bilur hevur trupulleikar, so tarnar hann ferðsluni og ger beinanvegin ein langan hala av bilum aftan fyri seg.      
 
Eitt er at eitthvørt brek tekur seg upp, og bilurin steðgar og kann ikki koyra. Tað kann henda øll. Men tá tað er kavi ella ísur um veturin, hevur tað stóran týdning hvussu bilarnir eru skøddir. Ein bilførari sum t.d. fer út í ferðsluna við bili sínum ein hálan vetrarmorgum við summardekkum, kann rokna við at koma illa fyri og at tarna ferðsluni. Um hesin sami bilførarin kemur soleiðis fyri, at hann noyðist at steðga aftan fyri ein annan bil á veg niðan gjøgnum eina brekku, og hann sleppur ikki avstað aftur, er hann orsøk til at bilarnir aftan fyri eisini noyðast at steðga, og ein langur hali av bilum standa og bíða.
 
Eisini kann ein bilførari sum koyrir við summardekkum í hálku verða orsøk til bæði smærri og størri ferðsluóhapp. Tað er ábyrgdin hjá bilføraranum at skøða bilin eftir umstøðunum.
 
Frá 1. maj í ár komu nýggjar reglur í gildi í Týsklandi í sambandi við koyring um veturin. Nú er tað veðrið sum avger, hvussu bilarnir skulu vera skøddir. Um bilarnir ikki eru skøddir eftir umstøðunum, kann bilførarin rokna við eini stórari bót.
Í fjør vóru skrásett 130.000 ferðsluóhapp, orsakað av at bilførarar ikki koyrdu við røttum dekkum. Í Týsklandi er ikki loyvt at koyra við píkadekkum.
 
Um slíkar reglur skuldu verið settar í gildi her hjá okkum er ilt at siga, men ferðslan er vorðin so nógv á vegunum - bæði í bygdum og óbygdum øki, at bilførarar eiga at hugsa seg um og skøða bilin eftir umstøðunum, so teir ikki eru til ampa fyri onnur í ferðsluni.
 
Áhugavert hevði verið at vita um klippikortskipanin, sum ætlanin er at leggja fyri tingið í næstum eisini kemur at umfata bilførarar, sum ábyrgdarleyst koyra við summardekkum ein hálan vetrardag.
 
mg