Flestu føroyingar eru samdir um, at drívmegin og undangongumaðurin fyri at fáa Føroyum eina góða marknaavtalu við Bretland er Árni Olafsson. Hann hevur verið við í samráðingunum øll hesi árini og frá 1993 sum formaður í samráðingarnevndini.
Hetta hava verið nøkur strævin men samtíðis spennandi ár. Árni Olafsson viðgongur, at tað mangan hevur sæð svart úr undir samráðingunum, men ein góð føroysk manning við serfrøðingum av ymsum slag, eitt gott politiskt bakland og ein góð sak hava ruddað slóð fyri tí úrsliti, sum nú fyriliggur.
-Tað var fleiri ferðir, at tú sást ongan annan útveg enn eitt sakarmál í Haag. Men tað var heilt týðuligt, at báðir partar høvdu sett sær fyri at gera sítt ítarsta fyri at sleppa undan tí.
Tá nú partarnir gjørdist samdir, so má tað takast sum at tað langt um leingi eydnaðist at finna eina linju, sum báðir partar mettu vera meira attraktiva enn at fara til dómstólin.
Vit spurdu Árna Olafsson, hvørjar møguleikar hann sær í einum komandi samstarvi við bretar:
-Bretland er okkara næsta grannaland, tá tað snýr seg um møguligu olju og gass-økini á føroyska landgrunninum, framvið markinum til Bretlands, og tí er tað rættiliga náttúrligt, at tað verður samarbeitt tvørtur um markið. Hetta síggi eg sum ein framtíðar samstarvsmøguleika.
Árni Olafsson hevur farloyvi frá starvi sínum sum serkønur í føroyskum málum í danska uttanríkisráðnum. Hann heldur tað tí vera náttúrligt at fara í aftur hetta starv, nú arbeiðsuppgávan at gera eina marknaavtalu er liðug. Men hann tekur av tilboðnum frá Anfinni Kallsberg, løgmanni, sum hevur sett fram ynski um at fáa Árna Olafsson at taka sær av at loysa marknatrætuna við Ísland.
Rockall og Hatton háslættin
Síðani er tað spurningurin um alt tað risastóra økið sunnan fyri Føroyar, tann sokallaði Rockall og Hatton háslættin, sum Føroyar, Bretland, Írland og Ísland gera krav uppá. Hetta er eitt mál, sum fer at verða tikið framaftur, nú markið millum Føroyar og Bretland á nærleiðum er ásett.
Strandalondini, sum gera krava uppá hesi øki, skulu fyrst gera upp við seg sjálvi, um tey halda, at krøv teirra eru nóg sterk at leggja fyri The International Boundary Commission, sum er undir ST. Har skal man líkasum dokumentera síni krøv og senda tey til stovnin.
Árni Olafsson sigur, at hetta er ein rættiliga krevjandi uppgáva í sær sjálvum, serstakliga jarðfrøðiliga. Tað er heilt stutt síðani, at bretar góðtóku Havrættarkonventiónina. Danmark hevur nettup orsakað av føroyska marknamálinum ikki viljað góðtikið Havrættarkonventiónina.
-Við hesi avtaluni skuldi so tann forðingin verið burtur, og kann Danmark tí góðtaka Havrættarkonventiónina. Tað er so ein tíðarfreist eftir hetta, at ein skal lata inn síni krøv.
Árni Olafsson sigur, at orsøkin til, at bæði bretar og vit hava víst so stóran áhuga fyri at fáa ásett markið millum londini, er tann stóri áhugin hjá oljufeløgunum fyri økinum, og ein slíkur áhugi er ikki enn fyri økini, sum liggja langt uttan fyri 200 fjórðingar.
Frá føroyskari síðu verður annars sagt, at føroyski landgrunnurin heldur fram suðureftir, soleiðis at Rockall og Hatton háslættin er eingin leinging av føroyska landgrunninum.
Annars vil Greenpeace hava alt hetta stóra økið lagt út sum eina ?marina? náttúrpark.
Løgmaður segði við Sosialin nú um dagarnar, at hann fegin sá, at Árni Olafsson kom at arbeiða við uppgávum, sum snúgva seg um uttanríkismál og annars víðari tilrættaleggingina av oljuútviklinginum. Hvat sigur Árni Olafsson til slíka álitisváttan?
-Tað fløvar sjálvandi at fáa slíka álitisváttan, men tað er ov tíðliga her og nú at siga, hvat hetta kann blíva til.
Tað var annars undanfarni løgmaður, sum setti Árna Olafsson frá sum formaður í Oljuráðleggingarnevndini við tí grundgeving, at hann burturav skuldi taka sær av samráðingum við bretar um markið.
Greenpeace
Ein spurningur, sum kann fara at taka seg upp, nú føroyingar hava fingið fast mark til Bretland er, hvat Greenpeace kann finna uppá. Felagsskapurin hevur koyrt eina herferð móti nýggjum boringum á Atlantsmótinum, og í bretskum bløðum nú um dagarnar varð sagt frá felagsskapinum, at hann fer eisini at royna at forða fyri oljuleiting í føroyskum øki, har henda leiting liggur tætt upp at bretska markinum. Hvat hevur Árni Olafsson at siga til slíkar hóttanir!
-Vit kenna jú bretska partin av Greenpeace, sum í øðrum sambandi hevur roynt at forða føroyingum í at troyta sínar resssursir, her eitt nú grindahval. Vilja teir nú eisini forða føroyingum í at troyta oljutilfeingið, sum onnur lond troyta, so kann man fara at spyrja, hvør uppgávan hjá Greenpeace er: at verja náttúruna ella bara genera føroyingar.