Stórar broytingar á veg í danska bankakervinum

Tað verða fleiri og stórar broytingar í tí danska bankakervinum í komandi árum við tí úrsliti, at tað verða færri og størri bankar og nógv færri deildir kring landið. Tað skrivar Danske Bank í einari loyniligari framtíðarmeting, sum blaðið Børsen hevur fingið fatur á.

Eitt nú væntar Danske Bank, at Vestjysk Bank noyðist at gevast sum sjálvstøðugur banki, og at ein av teimum størru bankunum fer at keypa hann.

Meiri áhugaverdur er spádómurin um, at teir báðir størstu bankarnir í Jyllandi, Jyske Bank og Sydbank, fara at leggja saman. Ein tílík samanlegging fer sambært Danske Bank at hava við sær, at teir báðir bankarnir fara at lata helmingin av sínum deildum aftur, og at fjórða hvørt starvsfólk verður sagt upp.

Danske Bank sleppur heldur ikki undan at lata deildir aftur. Í metingini stendur, at tey næstu fimm árini verða Danske Bank og Nordea noyddir at lata meiri enn 250 deildir kring landið aftur, Danske Bank 160 og Nordea 107.

Forstjórin í Danske Bank, Eivind Kolding, vil ikki gera nakra viðmerking til ta loyniligu metingina, sum Børsen hevur fingið fatur á.