Fyrsti skúladagur verður í morgin, tá ið sjøtul so smátt verður settur á fyrireikingarnar til próvtøkurnar næsta summar. Í fótbóltinum eru um vikuskiftið uppgerðir á skránni, sum kunnu hava avgerandi lagnu fyri, hvør fer at vinna FM, og hvør fer at flyta niður, tá ið tað síðst í oktober verður sett punktum fyri hetta kappingarárið.
Víkingur legði við 3-1 sigri í Fuglafirði fríggjakvøldið trýst á toppliðið KÍ. Nú er munurin teirra millum eitt stig. Talan verður tí um lyklauppgerð í Gundadali seinnapartin, tá ið HB fær vitjan av KÍ. Argjamenn eru á Tvøroyri, og støðutalvan sigur, at úrslitið verður heilt avgerandi fyri vánirnar hjá AB at varðveita plássið millum tey bestu, tá ið argjamenn seinnapartin hitta TB við Stórá í Trongisvági.
NSÍ er á triðja plássi og framvegis væl við í kappingini um FM heiti. Væl upplagda NSÍ eigur seinnapartin kommunuuppgerð á Skála, og stórfavorittarnir í B36 kunnu, um onnur úrslit laga seg teimum til fyrimunar, við sigri á Svangaskarði vinna seg nærri europeiskum plássi.
B68-B36: Ransin N. Djurhuus kl. 15.00
Skála-NSÍ: Rúni Gaardbo kl. 15.00
HB-KÍ: Eiler Rasmussen kl. 15.00
TB-AB: Petur Reinert kl. 15.00
Fríggjakvøldið
ÍF-Víkingur 1-3 (0-2)
0-1: Sorin Anghel 4.
0-2: Erling Jacobsen br 17.
0-3: Philip Djordjevic 82.
1-3: Dánjal á Lakjuni 85.
Dómari: Alex Troleis
ÍF: Tórði Traðará – Gunnar Christiansen (Leivur Joensen, 76.), Poul Nolsøe Mikkelsen, John Daniel Guðjónsson, Jan Ó. Ellingsgaard (Hanus Eliasen, 84.) – Dánjal á Lakjuni, Kristoffur Jakobsen, Karl Løkin, Andy Olsen (Alex José dos Santos, 76.) - Clayton Soares, Adeshina Lawal
Gult kort: Karl Løkin, Gunnar Christiansen, Alex José dos Santos
Reytt kort: Karl Løkin 39. (tvey gul)
Venjarar: Símun Eliasen og Jákup Mikkelsen
Víkingur: Geza Turi - Gert Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Sorin Anghel (Jákup Vatnhamar Olsen, 83.), Hans Jørgen Djurhuus (Gunnar Vatnhamar, 87.) - Philip Djordjevic, Sølvi Vatnhamar, Hans Pauli Samuelsen - Andreas Lava Olsen (Jón Krosslá Poulsen, 70.)
Gult kort: Philip Djordjevic, Sorin Anghel
Venjari: Sámal Erik Hentze
Støðan