Stórar ætlanir – eingi úrslit

Løgtingið samtykti 31. mai í ár at broyta løg­tingslógina um Húsa­láns­grunnin. Eftir hesi broyt­ing av lógini fær Hús­a­láns­grunn­ur­in møg­u­leika til at veita lán til set­hus og íbúðir, har end­a­mál­ið við lán­i­num er at fíggja end­ur­nýgg­ing­ar og umbyggingar, so­leiðis at orkunýtslan mink­ar.

Hetta er tó bert ein partur av upp­skot­i­num, sum áður eis­ini hevði ásetingar um ser­ligar lut­a­íbúðir, ætlaðar fólki við breki, men hesin parturin varð tikin burtur, og tað harm­ast forkvinnan í MBF, Leila Solmunde, stórliga um.

- Vit høvdu tað upp­run­a­liga upp­skotið til hoyringar, og kundu tá bert fegnast um, at nú hómaðist ein ser­ligur fígg­ingarmøguleiki, m.a. til fólk, sum bert hava eina fyr­i­tíð­ar­pensión. Hesi fólk hava ong­ar sum helst fíggjarligar møg­u­leikar at finna sær býli á priv­ata íbúðarmarknaðinum, sigur Leila Solmunde, sum stað­fest­ir, at politiski myndugleikin hev­ur ongantíð áður havt so stórar ætlanir, men sam­stund­is hev­ur ongantíð verið gjørt so lítið sum nú.

- Í sonevnda bústað­ar­pakk­a­num, sum vit nú hava bíðað eft­ir í mong ár, var umframt leig­u­lógin, alternativir bú­stað­ar­møg­u­leik­ar og serligir fígg­ing­ar­møg­u­leikar til fólk við breki. Men nú, tá avtornaði, verður bert møguleikin at fáa lán til bjálv­ing. Hetta hóast at sagt verð­ur í samgonguskjalinum, at ætlanin er at gera møg­u­leik­ar fyri alternativa í­búð­ar­bygg­ing. Her er langt millum orð og gerðir, má forkvinnan í MBF ásanna.

Leila Solmunde sigur seg vera sera hørm um ta lagnu bú­stað­ar­pakkin higartil hev­ur fingið.

- Eg havi veruliga trúð tí sum politikararnir hava sagt um nógv umtalaða bú­stað­ar­pakk­an, og sum vera man serliga tá ræður um bú­stað­ar­møg­u­leik­ar fyri brek­að og serligu fíggingini, sum talan hevur verið um. Men nú trúgvi eg satt at siga einki uppá tað longur. Er eri ómetaliga vónsvikin av at politikararnir ikki vilja annað og meira við Hús­a­láns­grunninum nú broyt­ing­ar eru samtyktar, sigur for­kvinn­an í MBF sum held­ur, at um vilji ikki er til­ lut­a­í­b­úðir, so kundi verið byrjað við leiguíbúðum.

- Politiska tosið um bú­stað­ar­pakka í mong ár er at halda fólk fyri tað turra spott. Tað var nógv betri um politikararnir søgdu erligt, at teir ikki ynskja nakrar alternativar bú­stað­ar­møg­u­leik­ar, tí so vistu vit tað, sigur Leila Solmunde.

Torfinn Smith hevur skrivað greinina til MBF blaðið sum kemur út í næstu viku.