- Politiska tosið um bústaðarpakka í mong ár er at halda fólk fyri tað turra spott. Ætlaninar hava ongantíð verið størri enn nú, men ongantíð áður er so lítið hent. Dagurin í dag - 3. desember - er Alheimshandikapdagur, og hendan dagin ynskir MBF at varpa ljós á handikap politisk viðurskifti.
Í samrøðu við MBF-blaðið, sum kemur út í næstu viku, viðger Leila Solmunde, forkvinna, bústaðarpakkan.
Hon vísir á, at Føroya løgting hin 31. mai í ár samtykti at broyta løgtingslógina um Húsalánsgrunnin. Eftir hesi broyting fær grunnurin møguleika til at veita lán til sethús og íbúðir, har endamálið við láninum er at fíggja endurnýggingar og umbyggingar, soleiðis at orkunýtslan minkar.
- Hetta er tó bert ein partur av uppskotinum, sum upprunaliga eisini hevði ásetingar um serligar lutaíbúðir, ætlaðar fólki við breki. Men hesin parturin varð tikin burtur, og tað harmast vit stórliga um, sigur Leila Solmunde.
Hon sigur, at MBF hevði upprunaliga uppskotið til hoyringar, og kundu tey tá bert fegnast um, at nú hómaðist ein serligur fíggingarmøguleiki, eitt nú til fólk, sum bert hava eina fyritíðarpensión.
- Hesi fólk hava ongar sum helst fíggjarligar møguleikar at finna sær býli á privata íbúðarmarknaðinum.
Forkvinnan í MBF staðfestir, at politiski myndugleikin hevur ongantíð áður havt so stórar ætlanir, men samstundis hevur ongantíð verið gjørt so lítið sum nú.
- Politiska tosið um bústaðarpakka í mong ár er at halda fólk fyri tað turra spott. Tað hevði verið nógv betri, um politikararnir søgdu erligt, at teir ikki ynskja nakrar alternativar bústaðarmøguleikar, tí so vistu vit tað, sigur Leila Solmunde, forkvinna, við MBF-blaðið.