Jørðin skalv undir kendu børsgøtuni í New York, Wall Street, tá tveir av størstu og kendastu fíggjarstovnunum í USA í morgun fóru av knóranum, sum ein kulminatión av einum av mest dramatisku døgunum í altjóða fíggjarsøguni.
Eftir dagalangar samráðingar noyddist íløgubankin Lehman Brothers at gevast við royndini at finna ein keypara. 158 ára gamli bankin varð tískil noyddur at innlata konkursfráboðan.
Stutt eftir hetta søgdu vælvitandi keldur, at ein størri starvsfelagi hjá Lehman Brothers, Merrill Lynch, hevði gjørt avtalu um keyp við Bank of America, sum annars hevði sagt nei takk at hjálpa Lehman.
Fíggjarmálaráðharrin, Henry Paulson, sum tók lut í samráðingunum, ið byrjaðu leygarmorgunin, gjørdi greitt, at hann tók undur við øllum avgerðum. Hann undirstrikaði samstundis, at amerikanski staturin ikki gevur beinleiðis ella óbeinleiðis tilskot til bjargingarætlanina.
Vælvitandi keldur vilja vera við, at tað var Henry Paulson, ið hevði lagt trýst á Merrill Lynch og forstjóran, John Thain. Fíggjarmálaráðharrin vildi ikki hava eina endurtøku av kreppuni, sum endaði við, at Lehman Brothers fór av knóranum.
Fleiri serfrøðingar sláa fast, at talan er um eina kollvelting fyri amerikansku fíggjarverðina, eftir at bankarnir eru komnir í kreppu við stóru tapunum, sum teir hava fingið við teirra fígging av kreppurakta amerikanska bústaðarmarknaðinum.
Tað verður frá fleiri síðum spátt, at spurningurin bert er um tíð, áðrenn teir báðir eftirverandi íløgubankiarnir, Morgan Stanley og Goldman Sachs, verða noyddir at lata seg keypa av antin amerikanskum ella altjóða bankum.
Grundarlag er ikki longur fyri at dríva íløgubankar, sum byggja teirra handil upp á at upptaka stuttfreistað lán og lána út aftur upp á longri freist. Teir kunnu heldur ikki longur liva av at umsita ognirnar hjá kundum sínum, sum Merrill Lynch var fremsti bankin at gera.
AIG í vanda
Samráðingarnar um vikuskiftið vórðu hildnar eftir at stjórnin traðkaði til fyri at forða fyri, at afturgongdin gjørdist sjálvøkjandi, tí íleggjarar mistu álitið á kreppuraktu fíggjarskipanini.
Áðrenn tá hevði Lehman Brothers mist 94% av virðinum, tá partabrævakursurin kavaði. Merrill Lynch hevði minni tap, men tað varð roknað sum ein spurningur um tíð, áðrenn kreppan eisini har gjørdist líka katastrofal.
Við til fíggjarkreppuna hoyrir eisini, at heimsins størsta tryggingarfelagt, AIG, roynir at útvega 50 milliardir dollarar í nýggjum kapitali, ella í minsta lagi leggja eina ætlan um hvussu hetta kann gerast. Uttan eina slíka ætlan vil AIG fáa sítt kredittvirði niðurmett.
Tryggingarfelagið boðaði í morgun frá, at teir hava heitt á tjóðbankan, Federal Reserve, um at veita eitt stuttfreistað lán, sum skal virka sum ein fyribils loysn til ein meiri permanent fæst til vega. Enn er ikki greitt, um tjóðbankin vil veita eitt slíkt lán.
Hinvegin gjørdi stjórin í Federal Reserves, Ben Bernanke, greitt, at teir hava víðkað lánimøguleikarnar hjá bankunum. Teir góðtaka nú aðrar trygdir frá bankunum.
Við hesum vónar Federal Reserves at tryggja einari skipaðari avtøku av Lehman Brothers og sleppa undan fjáltri og óneyðugum tapum. Tað er tó eingin ivi um, at børsurin í Wall Street letur upp í dag við munandi kurstapi.
Privatu bankarnir royna eisini at gera sítt til, at kreppan skal raka sum minst. Tað gera teir við eini fráboðan um, at teir í felag vilja stilla 50 milliardir dollarar til taks fyri at uppkeypa vandabundnu lánini, sum Lehman Brothers og Merrill Lynch hava at dragast við.
Fleiri børsir í Asien eru afturlatnir í dag orsakað av tjóðskaparligum halgidøgum, men altjóða valutamarknaðurin reageraði beinanvegin við at lækka dollaravirði við áleið einum prosenti. Hetta hendir í eina væntan av, at Federal Reserves kann verða noytt at lækka rentuna fyri at forða fyri, at fíggjarkreppan førir til ein álvarsligan niðurskurð í heimsins størsta búskapi.
Enn er ikki heilt greitt, hvat hendir við teimum 40.000 starvsfólkunum hjá Merrill Lynch og teimum 24.000 hjá Lehman Brothers. Fleiri teirra streymaðu til høvuðsskrivstovurnar hjá bankunum á Times Square mitt á Manhattan.
Fleiri offur
Fleiri høvdu tár í eygunum, tá tey í pappkassum og plastikposum bóru sínar privatu lutir út úr skrivstovubygninginum. Men flestu teirra vissaðu um, at tey møta til arbeiðis í morgun fyri at taka lut í avtøkuni av teirra arbeiðsplássi.
Bank of America hevur játtað at rinda 44 milliardir dollarar fyri Merrill Lynch, sum svarar til 29 dollarar fyri hvørt partabræv. Tað er ein munandi yvirkursur í mun til teir 17 dollararnar, sum partabrøvini í bankanum stóðu til, tá børsurin læt aftur fríggjadagin.
Fyri hálvum ári síðani varð íløgubankin Bear Stearns uppkeyptur av JP Morgan Chase. Tjóðbankin gjørdi hetta keyp møguligt við at stilla eina trygd upp á 29 milliardir dollarar.
Fyri góðari viku síðani mátti fíggjarmálaráðið traðka til og bjarga tveimum risastórum kredittfeløgum, Fannie Mae og Freddie Mac. Tað hendi við lyftum um innskot, sum kunnu koma heilt upp í 300 milliardir dollarar.
Hesaferð gjørdi fíggjarmálaráðharrin, Henry Paulson, greitt, at bankarnir sjálvir mátti greiða ta kreppu, sum teir eru komnir í við teirra alt ov risikablu útlánum. Hildið varð fast um hesa støðuna, og tá hvørki Barkleys Bank ella Bank of America vildu átaka sær ein so stóran váða, var einasta loysnin hjá Lehman at fara á húsagang.
Fyrrverandi varafíggjarmálaráðharrin, Roger Altman, stuðlaði mánamorgunin avgerðini hjá fíggjarmálaráðnum. Hann segði seg ikki síggja nakran ítøkiligan vanda fyri Morgan Stanley og Goldman Sachs, men spáddi kortini, at fíggjarkreppan fer at krevja fleiri offur, skrivar epn.dk