Stórbart

   

Himmal og hav
vindur ? logn
Kvirran ber boð um tøgn
sólin speglar sær
sum gimsteinar
tveittir út á hav
Roðin so skarlaksreyður
dregur teir niður við sær

Havið vaknar
hvítar perlur glitra
Vindurin
tað klára krystall
splintrast í túsund pettir
Vindur ? logn
havið er vakurt

Myrkri kámar
tað fagra bleika lín
burtur tað er
Kalt í mánalýsi
tað snjóhvíta líni
andar í silvitni

Roðin sum eldur
fer runt
um tann sjónarring
har logn aftur er
sum skarlaksgull
við smaragdum og ven
er havið í logn

Hans J. K. Mouritsen