Oddagrein
Onkuntíð hoyra vit fólk, sum hava verið burturi í longri tíð ella fyri tað bara í ørindum, at tað er so "mogið" og bygdasligt at koma heimaftur. Her hendir einki. Her er so stein deytt. Hetta er so sanniliga ein sannleiki við modifikatiónum. Tí hugsa vit okkum væl um, so hendir her so ómetaliga nógv hvønn tann einasta dag. Takið bara øll tey mongu tiltøkini kring oyggjarnar dag um dag. Fundir, ráðstevnur, konsertir, møti - "you name it".
Ætlan okkara á hesum stað í dag er at taka eitt einstakt øki fram, har tað veruliga hendir nakað. Ja har vit kanska seta heimsmet í íløgum og ætlanum, tá tað um eitt samfelagsøki ræður, nevniliga samferðsluøkið.
Tað er bert stutt fráliðið, síðani vit tóku í brúk fyrsta undirsjóvartunnilin. Síðani er tað hent, at vit hava sett á enn ein undirsjóvartunnil og tveir tunlar á landi, ein í Vágum og ein í Suðuroynni. Vit hava fingið fleiri nýggjar samferðsluhavnir t.d. í Suðuroynni og í Norðoyggjum. Vit hava fingið fleiri nýggjar ferjur og seinast Smyril. Fyri ikki at tosa um tær mongu vegagerðir, sum áhaldandi eru í gongd. Alt fyri at knýta allar partar av landinum nærri saman. Fyri at gera tað lættari at koma til og frá.
Og ikki meira enn at Norðoyartunnilin er um at vera liðugur, verður av álvara tosað um at gera tunlar undir Skálafjørðin. Haraftrat er ætlanin at longja flogvøllin í Vágum. Tað er tí greitt, at her hendir nakað. Hópurin av peningi verður lagdur í at betra um alt samferðslunetið.
Hesin útviklingur fer heilt givið at fáa stórar avleiðingar fyri okkum øll. Endamálið er fyrst og fremst at binda hetta oyggjalandið saman, soleiðis at øll hava somu møguleikar. Tað verður so eisini gjørt fyri at varðveita búsetingina mest sum alla staðni kring landið. Vit hava sæð, hvønn týdning tunnilin hevur havt fyri Vágoynna. Við Norðoyartunnlinum verður sæð fram til, at ikki minst Klaksvíkin skal mennast enn meira. Hertil er at siga, at tunnilin eisini fer at hava við sær, at øki í Eysturoynni fara at mennast enn meira. Tá so Havnartunnilin kemur verður spennandi at síggja, hvør fer at hava mest gagn av honum og hvørjar avleiðingar hann fær fyri bæði búmynstrið og ikki minst vinnumynstrið. Men her hevur tað sjálvandi alstóran týdning at fremja útbyggingar soleiðis, at høgra hond veit, hvat vinstra ger. T.d. er ringvegurin kring Havnina eitt týðandi lið í hesi gongd.
Um somu tíð sum hetta hendir, verður eisini roynt at betra um samferðsluna millum Føroyar og umheimin. Atlantsflog mennir sítt virksemi við nýggjum flogførum og skjótt verður frítt hjá øðrum at koma inn á rutuna. Í hesum sambandi er rætt enn einaferð at taka upp spurningin um nýggjan flogvøll á Glyvursnesi. Er tað ikki rætt at fáa lív í aftur hetta mál, nú so nógv fokus er á samferðslu sum heild. Hetta tykist tó vera eitt tabuevni, og kanska er tað eitt komandi oljufund, sum skal til fyri at fáa lív í aftur kjakið um ein nýggjan flogvøll.
Sosialurin