Stórdystir á Kambsdali

Eftir at teir høvdu frí seinasta vikuskiftið, skulu fuglfirðingar tveir dagar á rað spæla dyst móti liðum, sum væntandi fara at gera um seg í oddinum

Flogbóltur-menn

ÍF var einasta av teimum fimm liðunum í meistaradeildini hjá monnum, sum hevði frí seinasta vikuskifti, men nú sleppa fuglfirðingarnir so at royna seg. Bæði leygar- og sunnudagin skulu teir nevnliga á heimavølli royna seg móti liðum, sum heilt víst ætla sær at vera við í oddinum, og so er spurningurin, hvørt ÍF eisini ætlar sær hendan leiklutin.

Gevur ábendingar
Leygardagin verður tað Mjølnir, sum koma á vitjan, og hetta líkist einum sera spennandi dyst. ÍF var í finaluni í FK-kappingini, og lítið er at ivast í, at liðið hevur evnini til eina topp-plásering í ár. Mjølnir hevur tó eisini eitt sera sterkt lð í ár við millum annað styrki úr Bulgaria, so dysturin teirra millum fer kanska at geva eina ábending um, hvussu oddurin í ár fer at myndast.
Eisini takast SÍ og Fram leygardagin. Sørvingar hava aftur í ár eitt sera sterkt lið, og so er spurningurin, um Fram megnar at fylgja við, ella um missurin av Rúna Weihe kennist ov tungur.
Seinasti dysturin verður sunnudagin, tá Sørvingar fara á vitjan á Kambsdali. Aftur her fær ÍF vitjan av einum liði, sum ætlar sær at verða við, har tað hendir, og so er spurningurin, hvørt fuglfirðingarnir megna at vísa, at tað ætla teir sær eisini. Tað hava teir sum sagt tveir møguleikar til um vikuskiftið.