Manshondbóltur
Mest sum alt árið hevur verið greitt, at gullstríðið hjá monnunum fór at standa ímillum StÍF og VÍF. Fyrst Kyndil og síðani Neistin hava tó verið nevnd sum sambiðlar, men so hvørt sum árið hevur liðið, hevur staðið alt meira greitt, at tað skuldu verða VÍF og StÍF.
Og nú verður fyrri dysturin teirra millum í grundspælinum. Hesa ferð verður dysturin leiktur á Skála, og tað er einki at ivast í, at høllin verður stúgvandi full av fólki, sum fara at koyra á sínar menn.
Eingin favorittur
Og einki er at ivast í, at á pappírinum er talan um eina víðopna uppgerð, har eingin parturin kann rópast fyri favorittur undan dystinum. Vestmenningar hava annars verið teir, sum fyri tað mesta hava sýnt betra spælið í endaspælinum, men seinasta sunnudagin vístu strandingar, at teir nú aftur eru um at finna rætta spælið fram. Hartil siga hagtølini, at StÍF aloftast hevur havt eitt sera gott tak á VÍF seinnu árini. Eitt nú hava teir trý ár á rað sent VÍF úr steypakappingini, og í grundspælinum hava strandingarnir somuleiðis vunnið báðar dystirnar.
Hartil hevur StÍF sjálvandi eisini fyrimunin av heimavølli, men yvir høvur tykist tað vera so í hesum dystum, at tað ræður um at hava rætta dagin hjá liðunum.
Og so kann leggjast afturat, at sum støðan er í løtuni, so kann ein sigur hjá VÍF vera júst avgerandi fetið ímóti FM. Hóast liðini eru jøvn í stigum, so hevur VÍF ein munandi betri málmun. Ein málmunur, sum kann gerast avgerandi, um liðini hetta til kappingarlok fáa eins nógv stig.
Grannauppgerð um bronsuna
Seinni dysturin mikukvøldið verður í Havn, har grannarnir báðir, Kyndil og Neistin bresta saman.
Hetta líkist mest av øllum einari uppgerð um bronsumerkini í deildini, og skal metast eftir endaspælinum, so er lítið at ivast í, at Kyndil eru favorittar her. Eftir eitt gott grundspæl, liðið fekk mest sum maksimalt burtur úr hópinum, tykist Neistin nevnliga vera steðga fullkomuliga upp.
Men tað skerst ikki burtur, at í innanhýsis uppgerðunum hevur Neistin vunnið sær eina greiða yvirvág seinnu árini, og skal gongdin vendast, so skal hetta helst vera júst nú, og fyri tey bláu man løtan mikukvøldið vera júst rætta løtan at gera hetta.