Fyrsta hálvfinalan í Champions League kappingini verður í kvøld spæld. Hálvfinalan verður á Etihad Stadium í Manchester, har Manchester City tekur ímóti Real Madrid.
Heimaliðið, Manchester City, hevur seinastu nógvu árini havt trupulleikar í Champions League kappingini, men í ár er vent av álvara. Felagið er ongantíð áður komið so langt í kappingini sum í ár.
Bæði liðini eru væl mannaði til hálvfinaluna í kvøld. Bert ein leikari er meldaður skaddur í báðum hópunum, sum er Manchester City miðvallarin Yaya Touré.
Bæði liðini koma eisini til dystin við einari góðari formkurvu. Av teimum seinastu 5 dystunum hjá Manchester City, hevur Manchester City vunnið 4 og spælt 1 javnan. Javnleikin spældu teir á útivølli móti Newcastle í einum dysti sum endaði 1-1.
Real Madrid hevur vunnið allar sínar seinastu fimm dystir, og er tað tí lagt upp til eitt satt brak í kvøld.
Dysturin verður bríkslaður í gongd klokkan 19:45 í kvøld og sæst á Tv3+.