Favorittarnir vunnu seg víðari, tá triða umfarið í ensku liga-cup varð spælt í gjárkvøldi. Men nakra staðni stóð tó heilt nógv á. Eitt nógv broytt Manchester United hevði tó sera trupult við at knógva Crew Alexandra úr triðbestu ensku røðini. Ole Gunnar Solskjær legði annars United á odda, men eitt korter fyri leiklok javnaði Luke Warney fyri Crewe. Tann støðan helt sær, og tí mátti longd leiktíð til. Og her eydnaðist Kieran Lee at avgera dystin til fyrimunar fyri United. Aðrastaðni vann Newcastle 3-0 á Portsmouth, Tottenham vann 5-0 á Milton Keynes Dons (fyrr Wimbledon), Chelsea vann 2-0 á Blackburn, og Liverpool vann 4-3 á Reading.