Stórhvalir í hestfirði

Fríggjadagin dusaðu tríggir stórhvalir seg út fyri Gomlu Rætt

Heilt fitt av stórhvali hevur verið at sæð kring firðirnar nú í heyst. Fríggjadagin hugnaðu hesir tríggir sær í Hestfirði. Vanligt er, at stórhvalur, eitt nú bóghvítuhvalur ? eisini kallaður mastrarhvalur ? og eisini heimsins størsti hvalur ? bláhvalurin ? vera sæddir koma gjøgnum Vestmannasund og eftir Hestfirði.

Í dag er stórhvalurin friðaður. Í gomlum døgum var stórhvalaveiði vanlig í Føroyum, og søgurnar um frálíku búffarnar frá bláhvalakjøti liva enn. Fleiri av stórhvalasløgunum hava verið í vanda fyri at doyggja út, eftir ránsveiði hesa øldina. Men tað er slutt við tí, og tað einastu skotini vóru tá okkara myndamaður Álvur Haraldssen klikti á myndatólið í oysandi regni umborð á Tróndi.