Stóri bakidagurin í dagrøktini í Vági

Í samband við stóra bakidagin til frama fyri "Í menniskjum góður tokki", hava dagrøktarar og børn í dagrøktini í Vági stákast óført í eini tvær vikur.

Umframt at hava bakað hópin av køkum, hava tey í dagrøktini eisini gjørt jólaprýði o.a. sum hoyrir jólunum til.

Fríggjadagin 2. desember bjóðar dagrøktin mammum, pápum, systkjum, ommum, abbum og øðrum góðum fólki at koma og stuðla eini góðari søk.

Dagrøktararnir og børn hava sølubás bæði á Gørðinum og á Torginum fríggjadagin frá kl. 11.00 – 16.00.

Alt sum kemur inn fer óskert til jólahjálpina ”ì menniskjum góður tokki”.