Stýrið fyri Atlantis lagt frá sær

Opið bræv til Klaksvíkar Kommunu

Att: Gunnvá við Keldu, borgarstjóri

700 Klaksvík

Klaksvík 30.04.2009

Undirritaðu stýrislimir fyri Grunnin Mentanarhúsið Atlantis hava í dag á fundi tikið avgerð um at siga okkum frá sum stýrislimir frá 1. mai 2009 at rokna.

Henda avgerð er tikin, eftir at býráðið á fundi hin 29. apríl 2009 gjørdi av at skerja játtanina til grunnin í inniverandi ári við kr. 100.000,-.

Stýrið hevur í samband við viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2009 gjørt vart við, at ikki bar til at skerja játtanina til Atlantis við meira enn kr. 50.000,-. Hetta bleiv eisini gjørt, tá játtanin fyri 2009 varð minkað við kr. 50.000,-.

Avgerðin hjá býráðnum, um nú aftur at minka játtanina við kr. 100.000 í samband við endurskoðaðu fíggjarætlanina hjá Klaksvíkar Kommunu, hevur við sær, at stýrislimirnir staðfesta, at tað ikki er møguligt at hava ein framhaldandi rakstur av stovninum.

Tá Klaksvíkar Kommuna hevur eina aðra fatan av støðuni enn undirritaðu stýrislimir, so lata vit tað upp í hendurnar á kommununi sjálvari at gjøgnumføra sínar ætlanir.

 

Nikolina Olsen, forkvinna, Súsanna Olsen og Fróði Løkságarð