Stóri messudagurin á Hálsi

Stóra Lívsstíls- og Sølumessan í Stórhøllini á Hálsi endar í dag

Stórhøllin á Hálsi hevur um vikuskiftið verið karmur um stóru Lívsstíls- og Sølumessuna, har ein ørgrynna av framsýnarum innan alskyns vinnur vísa fram sínar vørur og sínar tænastur.

 

Í dag er messan opin frá kl 14 til kl. 20, og øll atgongumerkin, sum verða seld í dag, eru við í lutakastinum um alskyns ferðaseðlar til ymisk ferðamál hjá Atlantic Airways.

 

Framsýnararnir á Hálsi fevna eitt nú bilasølur, barnaklæðir- og útgerð, ferðavinnu, list, útbúgving, wellness og mangt annað.