- Stýrið fyri Listasavn Føroya vísir aftur øllum atfinningum, sum eru komnar fram móti stjóranum, Helga Fossádal, og leiðsluførleikara hansara og tekur fult undir við honum, sigur Martin Næs, formaður í stýrinum fyri Listasavn Føroya.
Í tíðindaskrivi 24. november 2009 varð boðað frá , at stýrið fyri Listasavn Føroya hevði gjørt av at leingja setanina av Helga Fossádal frá 1. mars 2010 til 1. mai 2011.
- Orsøkin til hetta er, at talan er um møguligar bygnaðarbroytingar á savnsøkinum, og í hesum sambandi metti stýrið, at tíðin beint nú ikki var búgvin at lýsa eftir nýggjum stjóra, og heitti stýrið tí á Helga Fossádal um at halda fram til 1. mai 2011. Tað sigur Martin Næs, formaður í stýrinum fyri Listasavni.
Hann vísir á, at í almennu umrøðuni av hesi avgerð hjá stýrinum er longdin av starvssetanini og orsøkin til hesa avgerð líkasum kámað burtur.
- Tí vil stýrið enn einaferð gera vart við orsøkina til at leingja avtaluna við Helga Fossádal. Vart skal eisini gerast við, at henda mannagongdin er vælkend frá líknandi starvssetanum hesi árini. Upplýsast skal, at Helgi Fossádal hevur tikið av tilboðnum, sigur Martin Næs, sum leggur afturat, at stýrið samstundis vísir øllum atfinningum, sum eru komnar móti stjóranum og leiðsluførleika hansara, aftur og tekur fult undir við honum.