Stúrin Løkke eftirlýsir hundin

– Vit eru sera stúrin um Beuty, sigur Løkke

Lars Løkke Rasmussen hevur í dag lagt eina eftirlýsing á sosialu miðlarnar. Hann leitar eftir eldra hundinum Beuty, sum rýmdi frá húsum í gjár, tí hon varð kløkk av einum fýrverksbresti.

Hetta var í húsunum í Græsted, har familjan ikki hevur búð seinastu árini. Tey hava búð í Nyhavn í Keypmannahavn, men hava framvegis húsini í Græsted.

– Vanliga kemur Beuty sjálv heimaftur, men vit hava ikki havt okkara dagligu gongd her í Græsted í fleiri ár, og hun er eisini vorðin eldri. Vit eru sera stúrin um hana, skrivar Løkke í eftirlýsingini.

Løkke og familjan hava tveir hundar. Tann yngri hundurin hevur føroyska navnið Fríða. 

Lars Løkke Rasmussen hevur av álvara verið í andglettinum um vikuskiftið, eftir at hann fyrradagin boðaði frá, at hann tekur seg úr Vinstra flokkinum, har hann hevur verið limur í 40 ár.