Stúrir fyri at tølini eru alt ov lág

Vit mugu fáa at vita, hvussu nógvir bilar koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin, sigur løgtingsmaður

Eg stúri fyri, at talið á bilum, sum koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin, er nógv lægri enn væntað.

Tað heldur Jaspur Langgaard, tingmaður fyri Sambandsflokkin. Sum vit skrivaðu í gjár, hevur hann biðið Jørgen Niclasen, landsstýrismann í samferðslumálum, um at leggja tølini á borðið fyri, hvussu nógvir bilar koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin.

Tað ger hann tí, at felagið, sum rekur tunnilin, vil ikki út við tølunum við teirri grundgeving, at tey vilja hava arbeiðsfrið til at útvega tey neyðugu hagtølini.

LES MEIRI HER: Løgtingsmaður vil hava tølini fyri Eysturoyartunnilin á borðið

Jaspur Langgaard sigur, at tað er áhugavert at vita, hvussu nógvir bilar koyra ígjøgnum tunnilin. Men tað er minst líka stóran áhugavert at vita, hvussu nógvir bilførarar ikki vilja brúka tunnilin, men sum framvegis koyra eftir tí gamla vegnum.

– Vísir tað seg, at tað framvegis eru nógvir bilførarar, sum brúka tann gamla vegin, er tað tí at tað er ov dýrt at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin.

Jaspur Langgaard sigur, at tað snýr seg um, at so nógv fólk, sum gjørligt brúka tunnilin og tí er tað avgerandi, at tað ikki er ov dýrt at brúka tunnilin.

Hann vísir nevniliga á, at Landskassin veðheldur fyri tunnilin, og koyra færri bilar ígjøgnum tunnilin enn mett, skal landskassin rinda munin og tí hevur tað týdning, at politikarar vita, hvussu nógvir bilar brúka tunnilin.

Løgtingsmaðurin væntar, at var tað eitt nøktandi tal á bilum, sum koyra ígjøgnum tunnilin, hevði tunnilsfelagið ikki hinprast við at upplýst tølini, so hann stúrir fyri, at tá ið tey vilja dylja tølini, er tað tí, at talið er so lágt.

Men hann leggur afturat, at tann stóri spurningurin er, hvørji stig skulu takast, vísir tað seg, at talið á bilumer væl lægri enn væntað.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Jaspur Langgaard greiða frá, ví hann nú hevur reist málið á Føroya Løgtingi um, hvussunógvir bilar koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin.