Stórir fyrimunir við tunlum ímillum skálafjørð og Havnina

Landsverk heldur at ætlanin at gera undirsjóvartunlar ímillum Skálafjørðin og Havnina er ein sera spennandi ætlan, sum væl letur seg gera á privatum grundarlagi

Havnartunnil

 Hetta er ein ógvuliga spennandi ætlan. Men hetta er eisini ein ætlan, sum eftir okkara tykki væl letur seg gera á privatum grundarlagi.
Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, tekur væl ímóti ætlanini, sum vit umrøddu í Sosialinum um vikuskiftifti um at gera undirsjóvartunlar ímillum Skálafjørð og Havnina.
Ætlanin er at gera ein tunnil ímillum Toftir og Strendur og ein tunnil ímillum Strendur og Hvítanes.
Tilsamans er hetta ein verkætlan, sum kostar 800 milliónir, men fyrireikararnir siga, at landið skal ikki betala fyri tunlarnar, tí alt skal fíggjast á privatum grundarlagi.
Nú er tað so, at hendan verkætlanin er ikki heilt ókunnug fyri Oyvind Brimnes, tí Landsverk hevur hjálpt fyrireikingarbólkinum at útvega tilfar og við at fáa ymsarupplýsingar til vega.
 Sum vit duga at meta um støðuna, er hetta ein verkætlan, sum væl letur seg gera á privatum grundarlagi, sigur Oyvindur Brimnes.
Hann sigur, at ein stórur spurningur verður, hvussu nógv tað fer at kosta at koyra ígjøgnum.
Tað hevur sera stóran týdning at tað verður so bíligt sum gjørligt at koyra ígjøgnum, tí tað ber eisini til at koyra, sum vit gera nú, men tað tekur tí, kostar nógv í brennievni og slítur bilarnar.
Hvussu nógv tað skal kosta, hevur hann onga meting um.
Men bara tað, at tað fer at loysa seg at koyra ígjøgnum tunlarnar, heldur enn eftir oynni, merkir, at tað er ein stórur fyrimunur fyri samfelagið.
Kortini vísir hann á, at honum vitandi er ongin útrokning gjørd av nyttuni og kostnaðinum.
 Men loysir tað seg, er tað kanska eisini óneyðugt, heldur hann.

Kann fáast at passa saman
Oyvindur Brimnes vísir kortini á, at loyvið skal fáast frá politiska myndugleikanum til at seta verkætlanina í verk og har fer Landsverk at hava eitt orð at siga sum ráðgevari hjá landssýrinum í slíkum málum.
Eitt, sum loyvi skal fáast til, er er sjálvar linjuføringarnar.
Tunlarnir mugu leggjast soleiðis at teir hóska inn í eina heildarætlan fyri samferðslukervinum, sigur Oyvindur Brimnes.
Kortini vil Landsverk ikki siga so nógv um hvar linjuføringarnar skulu vera, tí enn er tað ikki avgjørt.
 Tað mugu vit fáa eina ítøkiliga umsókn um, áðrenn nakað kann sigast um tað.
Men so heldur hann eisini, at tað ber væl til at finna eina linjuføring, sum hóskar inn í heildarætlanina.
Ein spurningur, sum politiski myndugleikin skal taka støðu til, er, um tunlarnir skulu liggja í einum almennum partafelag, um eitt privat felag skal standa fyri ætlanini o.s.fr.
Undirsjóvartunlar ímillum Skálafjørð og Havnina fara eisini at seta krøv til vegirnar á landi, ikki minst innkoyringarvegirnar til sjálva Havnina.
 Har fyriliggur ein ætlan, men ætlanin um undirsjóvartunlarnar umSkálafjørð fara at skunda undir at fremja ætlanina um innkoyringarvegir til Havnar, sigur Oyvindur Brimnes.
Men hann leggur afturat, at tað verður ikki neyðugt at broyta ætlanina, tí tað er lagt upp fyri føstum sambandi um Skálafjørðin.