MAKRELUR
Nú landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, ætlar at áseta Føroyum eina eginkvotu av makreli upp á 150.000 tons í ár, er spurningurin, hvørjir “aktørar” í føroyskari fiskivinnu á landi kunnu hugsast at hava áhuga í øllum tí tilfeingi, sum talan kann gerast um.
Í strandalandaavtaluni millum Føroyar, Noreg og ES hava Føroyar átt minni enn 5% av samlaðu makrelkvotuni upp á 570.000 tons, meðan Noreg og ES hava kannað sær nógv tann størsta partin.
Avtalan gongur yvir eitt ár, og í ár eru londini ikki komin ásamt um býtið av kvotuni.
Jacob Vestergaard hevur sagt, at Føroyar krevja í minsta lagi at fáa 15% av kvotuni, um vit skulu verða við í avtaluni fyri 2010.
Einki bendir á, at Noreg og ES fara at eftirlíka hesum kravi, men samráðingar verða aftur í Reykjavík 5. og 6. mai millum partarnar.
Landsstýrismaðurin hevur samstundis boðað Felagnum Nótaskip frá, at tað liggur í kortunum, at føroyska eginkvotan av makreli í 2010 verður 150.000 tons.
Stórt tilfeingi
Sum skilst er stórur áhugi kring landið fyri øllum tí tilfeingi, sum makrelurin er og tí virksemi, sum hetta tilfeingi kann geva føroyskari vinnu.
Kovin í Sandavági er niðursjóðingarvirkið, sum gjøgnum árini hevur gjørt ymiskar royndir við at niðursjóða ymisk fiskasløg og rækjur. Í løtuni niðursjóvar virkið bara rogn, tí her hava Føroyar eina tollfría kvotu í ES.
Nú líkt er til, at føroysk vinna fer at kunna ríkast við stórum makreltilfeingi í 2010, hevur stjórin í Kovanum, Ari Thomasen, hugt at tollviðurskiftunum fyri sølu av niðursjóðaðum makreli til ES.
Men her sær ikki gott út, tí ES hevur 20% tollverjugarð fyri niðursjóðaðan makreli úr Føroyum sum ger, at Kovin ongan møguleika hevur at gerast veitari, um felagið annars sá sær ein møguleika til tess.
- Vit hava ongan møguleika at gerast kappingarførir við niðursjóvaðum makreli, tá tollurin er so høgur, staðfestir Ari Thomasen.
Hann vísir á, at tá føroyskir politikarar tosa um ES, verður oftast tikið fram, hvørja ávirkan ES fer at hava á okkara fiskivinnupolitikk, meðan minni verður tosað um at fáa í lag ítøkiligar avtalur, sum geva føroyskari vinnu møguleikar at selja okkara fiskavørur tollfríar á ES-marknaðinum.
- Í Danmark og Bretlandi eru stórir framleiðarar av niðursjóðaðum makreli, og hesir hava so funnið út av, at Føroyar kunnu gerast ein kappingarneyti á teirra marknaðum. Alla tíðina fer eitt lobby-arbeiði fram, og við tíðini eydnaðist teimum eisini at leggja toll á niðursjóvaðar makrelvørur úr Føroyum.
Kappingarfør vinna
Ari Thomasen vísir á, at Føroyar hava góð skip, og føroysk vinna er
kappingarfør.
- Tá vit møta okkara kappingarneytum í útlandinum, eru vit eisini kappingarførir, og vit høvdu eisini fingið okkara part av marknaðinum við makrelinum, um so var, at vit vóru javnbjóðis partar. Hetta vita okkara kappingarneytar og framleiðarar í ES. Tí verður hesin tollur lagdur á okkum fyri at gera okkara umstøður truplari.
Stjórin í Kovanum ivast onga løtu í, at har Føroyar hava rávøruna, sum nú er líkt til, at vit fáa við makrelinum, kunnu vit eisini gerast kappingarførir, um kappingin er undir somu treytum – og ikki við høgum tollverjugørðum.
Stórir møguleikar
Ari Thomasen ásannar, at stórir inntøkumøguleikar liggja í einum tilfeingi sum makrelinum.
- Her liggja stórir møguleikar við veiði og innfrysting av hesum tilfeingi, sum síðan kann seljast til aðrar at framleiða, og eg vænti eisini, at ein partur hevði ligið eftir hjá fóðurvirkinum Havsbrún í Fuglafirði.
Stjórin í Kovanum ivast onga løtu í, at so hvørt, sum føroysk vinna sær, at her liggur eitt stórt tilfeingi, høvdu eisini ymiskar nisju-framleiðslur stungið seg upp, sum upp á sikt kunnu fáa stóran samfelagsligan týdning.
- Eg ivist onga løtu í, at føroysk vinna skjótt hevði blivið dugnalig til ymiskar framleiðslur úr makreli, og við tíðini høvdu vit eisini megnað at gjørt keyparar og viðskiftafólk hjá teimum “bundnar” at okkum sum framleiðarum.
Ari Thomasen sigur, at meðan niðursjóving sum heild minkar, er marknaðurin fyri niðursjóvaðum fiskavørum veksandi, tí fiskur gongur undir at vera heilsugóður við eitt nú høgum innihaldi av omega3-feittsýrum.