Stórir prix-møguleikar: Frá dreymi til veruleika

Finalan í Prix Føroyar kappingini verður í morgin. Líkt er til, at finalistarnir hava møguleikar at spæla seg til eina spæling í útheiminum, tí umboð úr fleiri londum verða á staðnum.

Eisini verður í salinum danska PR-kvinnan, Lene Thomsen, sum í kvøld klokkan 19 eisini heldur fyrilestur í Útvarpshøllini.

Tað er ikki eiti á manning, ið verður í salinum, tá finalan í Prix Føroyar kappingini verður í morgin. Bólkarnir mugu veruliga spíla seg út, tí nógv stendur uppá spæl.

Umboð úr útlondum fyri plátufeløg, fjølmiðlar, PR-fyritøkur og ymsar festivalar verða í salinum. Sum skilst, so er áhugi í Danmark, Íslandi og Noregi. Tað frættist, at ein sonevndur bookari úr Århus, ið fær tónleik til "Huset" og "Spot Festivalin" hevur víst áhuga.

Vinnarin sleppur at luttaka á Norwegian Wood festivalinum í Oslo í summar. Hesin festivalur verður mettur ájavnt við Roskildefestivalin.

Men allir bólkar hava møguleika at fáa vakt áhugan hjá útlendsku umboðunum.


Fyrilesturin "Frá dreymi til veruleika"

Í kvøld klokkan 19:00 heldur danska PR-kvinnan Lene Thomsen fyrilestur í Útvarpshøllini, ið hon kallar "Frá dreymi til veruleika".

Lene Thomsen er gomul í garði innan danska tónleikaheimin. Hon hevur í 9 ár arbeitt sum PR-stjóri í fleirtjóða plátufyritøkuni Polygram. Í dag er hon stjóri í PR-fyritøkuni Active Promotion. Hon hevur gjørt PR-virksemi fyri U2, Pavarotti, Elton John, Janet Jackson, Rowan Atkinson og fleiri hundrað onnur.

Í fyrilestri sínum gevur Lene Thomsen eina greiða mynd av, hvat tað merkir at vera virkið listafólk. Hugt verður handan leiktjøldini. Ráð verða givin um, hvussu ein best ber seg at viðvíkjandi fjølmiðlum og almenna ansinum, ið verður vístur kendum persónum. Hon greiðr frá, hvat skal til, fyri at gerast kendur. Hvussu ein treingir í gjøgnum ljóðmúrin. Hvat leggja "bakmenninir" í fakinum til merkis. Og ikki minst, týdningin av at halda bæði beinini á jørðini og ikki missa seg sjálvan burtur - at halda baklandið við líka. Og eisini fæst eitt boð uppá, hvussu ein kemur víðari, um dreymurin ikki gerst veruleiki.