Í longri tíð hava alifyritøkurnar í Kile stríðst við fleiri sjúkur. Av somu orsøk eru rakstrarúrslitini negativ, eisini gongur mongdin av tiknum alifiski skjótt niður. Alifiritøkan Cermaq, sum norska fyritøkan EWOS er eigari av, hevur fyri stuttum lagt roknskapin fyri 2. kv. 2008 fram, úrslitið er sera vánaligt, eitt hall uppá 8 milliónir.
Cermaq segði, tá ið roknskapurin varð framlagdur, at tað gongur rætta vegin við sjúkunum, men at tað fer at taka drúgva tíð at basa sjúkunum, hvussu langa vildu teir einki siga um.
Kilensku mynduleikarnir hava sett nógv tiltøk í verk, fyri at sjúkurnar skulu basast, her er serliga talan um ILA-sjúkuna, eisini verða enn fleiri tiltøk sett í verk í nærmastu framtíð, sigur stjórin, í samtakinum Cermaq, Geir Isaksen.