Stórkapping í billard

Fyri stuttum varð annað umfarið í stórkappingini í billard spælt


 

bilard


Stórkappingin er eitt nýtt slag av kapping, sum verður roynt á fyrsta sinni í ár. Reglurnar eru soleiðis, at tey seks liðini, sum kappast, verða býtt í tveir bólkar. Í bólkunum spæla so teir seks luttakararnir (tveir á hvørjum liði) ímóti hvørjum øðrum, og stig verða so givin fyri dystirnar hvør sær.

Í fyrra bólkinum hesa ferð vóru Vágs billardfelag, Havnar Kluibbi og Klaksvíkar Klubbi, og varð støðan hjá einstøku luttakarunum soleiðis:

1 Sonhard, Klaksvíkar Klubbi 6 stig

2 Niels, Havnar Klubbi 6

3 Tórður, Havnar Klubbi 4

4 Kristian Suni, Klaksvíkar Klubbi 4

5 Sámal P., Vágs Billardfelag 2

6 Birgir, Vágs Billardfelag 2


Hægstu seriuna í bólkinum fekk Tórður Holm, 136, og tað var eisini Tórður, sum hevði hægsta miðaltalið, nevnliga 19,55 eygu.


Í hinum bólkinum kappaðust umbopðini fyri Fuglafjarðar Billardfelag, Tvøroyrar Billardfelag og Kaggan, og gjørdist endaliga støðan her:

1 Max, Tvøroyrar Billardfelag 8 stig

2 Gullok, Tvøroyrar Billardfelag 6

3 Bjarni Skaalum, Kaggin 4

4 Njál, Fuglafjarðar Billardfelag 2

5 Jákup, Fuglafjarðar Billardfelag 2

6 Johannes, Kaggin 2


Í hesum bólkinum hevði Max Rasmussen av Tvøroyri bæði hægsa miðaltalið og hægstu seriuna. Í miðal fekk hann 22,55 eygu, meðan besta serian kastaði 138 eygu av sær.

Samanlagt gjørdist tað sostatt Tvøroyrar Billardfelag, sum hevði bestu úrtøkuna hetta vikuskiftið, meðan Max Rasmussen úr sama felag var leikarin, sum hevði besta persónliga úrslitið. Steyp vórðu sjálvandi latin fyri hesi avrik, og vórðu hesi latin av Flogfelag Føroya.

Støðan eftir tey bæði fyrru umførini framgongur av yvirlitinum niðanfyri, har tað eisini sæst, hvussu tað gekst einstøku feløgunum hetta vikuskiftið.


stig

Felag stig eygu miðal íalt

Tvøroyrar Billardfelag 14 32.114 20,09 3

Vágs Billardfelag 4 2.648 16,55 1

Klaksvíkar klubbi 10 2.736 17,1 1

Havnar Klubbi 10 2.658 16,61 0

Kaggin 6 2.478 15,49 -1

Fuglafjarðar Billardfelag 4 2.158 13,49 -4