Stórkapping í fimleiki

Árliga stórkappingin í rútmiskum fimleiki verður á Kambsdal leygardagin

Leygardagin 6. mars ? tað er í morgin ? verður tann árliga stórkappingin í rútmiskum fimleiki í ítróttarhøllini á Kambsdali.

Kappast skal í trimum aldursbólkum ? pinkur, smágentur og gentur ? og feløgini, ið eru við, eru TF, HF, Ljósið og Støkk. Harumframt verða gestalið við úr Flog, Fok, Støkk og Ljósinum. Tilsamans skulu trettan lið kappast í teimum trimum aldursbólkunum ? fýra hjá pinkum, fýra hjá smágentum og fimm hjá gentum.

Eingin kapping er hjá kvinnunum í ár, og er hetta orsakað av vantandi leiðarum og íðkarum.

Pinkurnar kappast bert við einari seriu, meðan smágenturnar og genturnar skulu gera eina fría seriu og eina við amboði. Í ár hava smágenturnar bólt sum amboð, meðan genturnar skulu royna seg við hoppibondum.


Serligar viðtøkur

fyri Føroyar

Tann føroyska stórkappingin koyrir eftir somu reglum sum donsku Grand Prix-kappingarnar, men tó eru nakrar serligar viðtøkur, sum bert eru galdandi í Føroyum.

Til stórkappingina eru fýra dómarar, sum geva karakterir, umframt tveir høvuðsdómarar. Í stuttum kann sigast, at dømt verður bæði tøkniligt, har serligur dentur verður lagdur á torleikastøðið, og listarligt, har mest verður hugt eftir koreografiini.

Byrjað verður við innmarsjinum klokkan 14.00, og síðani setir Andreas Lamhauge, formaður í FFS, kappingina.

Síðani verða kappingarnar í raðfylgjuni pinkur, smágentur (frí íðkan), smágentur (amboð), gentur (frí íðkan), og gentur (amboð).

Kappingin hjá pinkum og smágentum verða avgreiddar við heiðursmerkjahandan, áðrenn genturnar koma inn á gólvið. Kappingin verður væntandi liðug klokkan 17.00.