Skaldsøgan er dagbók eftir Ádam Guðmundsson, eitt neyðardýr, ið líður av bæði lívsleiði og stórlætisørskapi; hann kennir seg sum fremmandan í tilveruni, og tó hevur hann sæð sannleikan aftan veruleikan: at lív okkara eru meiningsleys.
Meistaraverkið
Hansara søga leggur fyri við tí, at hann støkkur upp úr svøvni eftir at hava havt eina so andstyggiliga marru, at hann gerst ræðslusligin fyri sær sjálvum og so við og við læra vit hann og hansara marrur og óttar at kenna. Men tað er ikki tað einasta nei, hartil er hann nívdur av sorg. Tí tá hann fór undir at skriva dagbókina, hevði Eva, hansara tvíburasystir, ið hevði beint fyri sær sjálvari, longu ligið undir grønu torvu í næstan eitt hálvt ár. Men sum søgan líður, avhyljast okkum so spakuliga, hvør er atvoldin til sjálvmorðið hjá Evu, og Ádam sannkennir, hvussu hann skal bera seg at fyri at koma sær undan síni fremmandagerð: at hann noyðist at ríva sjúkuna upp við rót; við einum so andskræmiligum ilskubragdi, ið heimurin aldri hevur skoðað fyrr, skal Ádam taka burt upphavið. Sum hann sjálvur tekur til: Men bíða tú bara, og tú fært heiðurin av at hoyra Mítt verk; Mítt myrka og stórsligna meistaraverk, ið fer at runga í hvørjum avkróki av heiminum og skaka hvørt mansbarn, ið her livir.