Stórmeistarar hittast

Tað er eingin ivi um, at dystirnir innanhýsis millum favorittarnir verða avgerandi í hesari kappingini. Og tann fyrsti innanhýsis dysturin verður í fjórða umfari í dag klokkan 17.

Tá møtast Helgi og Igor Efimov - báðir stórmeistarnir í kappingini. Efimov er 60 ára gamal, er ættaður úr Georgia í táverandi Sovjett, seinni gjørdist hann italskur ríkisborgari og vann italska meistaraheitið í 1998 og 1999. Hann sat á fyrsta borði á italska landsliðnum á talvolympisku leikunum í 1998 og 2000. Eftir aldamótið setti hann seg niður í Monaco, og hevur síðani 2008 umboðað Monako á talvolympiadum.

Helgi hevur svarta fólkið móti Igor Efimov.

##med2##

Helgi Dam Ziska á odda saman við Igor Efimov og Michael Wiedenkeller.

##med3##

Igor Efimov (Monako) telvar móti Helga í fjórða umfari.

Telvað verður soleiðis í fjórða umfari:

4. umfar (20. apríl) kl. 17:00:

Igor Efimov - Helgi Dam Ziska

Jake Darmanin - Michael Wiedenkeller

Pavlos Constantinou - Luitjen A. Apol

Luke Brezmes - Fred Berend

Ezio Righi - Paul Carpenter