Stórmeistararnir vitja aftur um eitt ár

TÍÐINDASKRIV: Formaðurin í Talvsambandi Føroya og borgarstjórin í Runavík boðaðu í kvøld frá, at Runavík Open 2018 verður 12. til 18. november næsta ár

Runavíkar kommuna skrivar soleiðis á heimasíðu síni:

Talvkappingin Runavík Open 2017 endaði í kvøld. Telvað hevur verið alla vikuna síðani mánakvøldið, og í dag gjørdist greitt, at hin 32 ára gamli Nikita Maiorov úr Belarus – ella Hvíta Russlandi – vann kappingina frammanfyri Narayanan Srinath úr India og Oleg Korneev, russari sum býr í Spania. Nógv hava bíða í spenningi eftir, hvussu tað fór at gangast 13 ára gamla IM´aranum Nihal Sarin úr India. Hann knógvaði upp á sætta plássið við 6½ stigi, - einum stigi aftanfyri vinnaran Nikita Maiorov.

 

12 stórmeistarar hava luttikið í Runavík Open 2017, av 59 luttakarum, og drúgvastu føroyingarnir vóru brøðurnir úr Sandavági Høgni- og Rógvi Egilstoft Nielsen - ávikavíst sum no. 18 og 19 við 5½ stigi hvør. Teir eru synir gamla telvaran og føroyameistaran Torkil Nielsen, sum leikti á føroyska landsliðnum ímóti Íslandi seinasta vikuskiftið, tey flestu kenna hann helst betur sum fótbóltslegenduna, ið skjeyt tað eina málið í 1-0 sigrinum ímóti Eysturríki í Landskrona hin 12. september 1990. Høgni og Rógvi komu beina leið úr Andorra til hesa kappingina, har teir høvdu vunnið á øðrum europeiskum smátjóðum, og tað kann hava havt ávirkan á úrslitið í Runavík. Lokalu telvararnir Brandur Højgaard og Rúni Jacobsen stóðu seg væl í kappingini, 4½ stig hvør, og gingu nógv fram í rating.

 

Helgi Dam Ziska legði leiðina framvið við nýggju bókini “Í framlopi”, sum snýr seg um leiðina frá tí hann byrjaði at telva sum óviti, og fram til tann dagin hann gjørdist fyrsti føroyski stórmeistarin. Suni Merkistein hevur skrivað, og tað plagar at borga fyri dygd. Helgi hevur havt úr at gera við at fáa bókina út á marknaðin, tí tók hann ikki lut í hesi kappingini.

 

Eftir lok kappingarinnar var døgverði í matstovuni á skúlanum, og eftir tað savnaðust øll aftur í Løkshøll. Borgarstjórin helt eina stutta røðu, har hann m.a. hugleiddi um, at vit í broddi fylkingar í hesi kappingini sóu arvin frá tiltiknu Sovjetisku talvmaskinuni, sum hevur framleitt so mangar superstjørnur á talvborðinum. No. 1 og no. 3 eru báðir úr falnu sovjetisku sferuni. Tað var legendan Bobbi Fischer, sáli, ið segði: “I like the moment when I break a man´s ego.” Hetta er tað sum talv eisini snýr seg um.

 

Ein pápi, sum var komin oman í Løkshøll við soninum, fyri at fylgja gongdini, helt fyri, at tað var av størsta týdningi at slík kapping var hildin í býnum. Teir høvdu vitjað talvhølið fleiri ferðir og annars fylgt við á alnótini. Hetta kann bera á, at Talvsambandið og Runavíkar kommuna eru á rættari leið við Runavík Open kappingini.

 

 

Finnbjørn Vang og Tórbjørn Jacobsen boðaðu báðir frá, at Runavík Open 2018 verður í døgunum 12. – 18. november 2018 í Løkshøll í Runavík.