Kendi jasstónleikarin, Cecil Taylor, er deyður, 89 ára gamal. Hann doyði í heimi sínum í Brooklyn í New York.
Tað skriva The Gardian og fleiri aðrir altjóða miðlar.
Sagt verður um Cecil Taylor, at hann var við til at kollvelta jassgreinina í 1950-árunum, og hann var ein av teimum hóvligu forsprákarunum í menningini av jasstónleikinum.
Cecil Taylor vaks upp sum einabarn í einum miðalklassaheimi í Queens í New York.
Hann byrjaði at spæla klaver sum seks ára gamal og las seinni á New York College of Music og á New England Conservatory.