Arbeiðsloysið í OECD-londunum veksur. Í novembur var arbeiðsloysið 6,56 prosent, sum var 0,8 prosentstig meiri enn í sama mánaði í 2007. Í evrulondunum vaks arbeiðsloysið í sama tíðarskeiði 0,6 prosentstig og var 7,8 prosent í november. Í USA var tað 7,2 prosent, men her var vøksturin nógv størri enn í evrulondunum ella 2,3 prosentstig. Frægastu tølini eru úr Japan. Har var arbeiðsloysið 4,0 prosent í november, sum var 0,3 prosentstig meiri enn eitt ár frammanundan, skrivar NTB.