Størri fígging og betri útbúgvingar- møguleikar

IDF heldur Altjóða Diabetesdagin og altjóða dag fyri sjúkrarøktarfrøðingar og jarðarmøður við tilboði um ókeypis diabetesskeið.

 

Áheitan frá Altjóða Diabetessambandinum um størri fígging og betri útbúgvingar-møguleikar til sjúkrarøktarfrøðingar í diabeteskreppuni

Á diabetesdegnum 14. november mælir Altjóða Diabetessambandið til, at fleiri sjúkrarøktarfrøðingar fáa útbúgving fyri at hjálpa fólki við diabetes at skilja og handfara sína sjúku.

Mett verður, at meiri enn 460 milliónir fólk í heiminum hava diabetes, og talið fer væntandi at vaksa til 578 milliónir í 2030. Bara í fjør var sjúkan atvoldin til, at 4,2 milliónir fólk doyðu, og kostnaðurin var 760 milliardir dollarar, sum svarar til 10 prosent av alheims heilsuútreiðslunum. Avleiðingarnar av diabetes eru komnar enn meira á breddan í ár, tí í summum økjum vísa tølini, at helvtin av teimum, sum fingu COVID-19, eisini høvdu diabetes.

Sjúkrarøktarfrøðingar hava avgerandi leiklut í royndunum at hjálpa fólki at skilja og handfara sína sjúku og at minka vandarnar hjá teimum mest sárbæru, sum hava typu 2 diabetes.

Sohvørt úbreiðslan av diabetes heldur fram at vaksa kring heimin, veksur tørvurin á útbúnum sjúkrarøktarfrøðingum fyri at forða fyri, at fólk fáa lívshættisligar fylgisjúkur so sum hjartatilburð, heilabløðing, ringa sjón, nýrasjúku og amputatión, og fyri at fremja sunnari lívsstíl. Alheims Heilsustovnurin hjá ST (WHO) hevur ávarað um, at í alheimshøpi verður trot á 5,9 milliónum sjúkrarøktarfrøðingum og hevur mælt til at utbúgva átta prosent fleiri hvørt ár fyri at klára støðuna í 2030.

Altjóða Diabetessambandið, IDF, heitir staðiliga á stjórnir um at seta tiltøk í verk og útvega nóg nógvar sjúkrarøktarfrøðingar fyri at hjálpa vaksandi talinum av fólki, sum liva við diabetes, og at raðfesta leiklutin, sum sjúkrarøktarfrøðingar hava við at gera íløgur í at menna teirra fakligu førleikar.

Forsetin í IDF, Andrew Boulton, professari sigur soleiðis um trotið á sjúkrarøktarfrøðingum:

“Sjúkrarøktarfrøðingar eru í miðdeplinum, tá tað snýr seg um altjóða heilsurøkt, og hava avgerandi leiklut í altjóða stríðnum móti diabetes. Tíverri eru ikki nóg nógvir sjúkrarøktarfrøðingar. At gera íløgur í sjúkrarøktarfrøðingar nú fyri at spara útreiðslur í framtíðini er torførur boðskapur at selja fyri tey, sum varða av heilsufíggjarætlanum. Ov ofta sparka tey, sum hava avgerðarrættin, bóltin fram til eitt tíðarskeið, har tey ikki longur sjálv hava ábyrgdina av avleiðingunum. Hetta, at spara nú fyri at rinda seinni, er dømt til at miseydnast. Sannleikin er, at dagsins stjórnir longu rinda fyri mistøkini, sum tær farnu stjórnirnar hava gjørt. Diabetes er í stórum vøkstri, og átøk eru neyðug. Stjórnir mugu fáa til vega og gera út eina hóskandi útbúna arbeiðsfjøld fyri at stuðla vaksandi talinum av fólki, sum liva við diabetes. Sjúkrarøktarfrøðingar eru ein óloysandi partur av munadyggari diabetesviðgerð og at stuðla handfaringini av sjúkuni og at forða fylgisjúkum. Sjukrarøktarfrøðingar gera munin.”

Judith Mendez RN BSN er sjúkrarøktarfrøðingur frá Belize, har næstan 20 prosent av borgarunum hava diabetes. Judith, sum sjálv hevur diabetes, sigur:

“Leikluturin hjá sjúkrarøktarfrøðingum er ómetaliga týdningarmikil í Belize og í øðrum londum av somu stødd og í somu búskaparligu støðu. Vit hava ov lítið til diabetesviðgerð til at nøkta stóra tørvin á fyribyrging, útbúgving, stuðli og upplýsing um diabetes.”

“Tað mest vanliga er, at fólk við typu 2 diabetes fáa at vita, at tey skulu taka tablettir og ansa eftir, hvat tey eta. Hetta er sum at brúka eitt plástur til eina kreppu og fer rætt og slætt ikki at gera mun. Mangan eru boð eftir sjúkrarøktarfrøðingum at gera meira enn bara heilsurøkt. Fólk hava álit á sjúkrarøktarfrøðinginum og mangan meira enn á øðrum fólki í heilsuverkinum. Vit lurta við samkenslu, so fólk við diabetes kenna seg trygg at fáa hjálpina, teimum tørvar. Vaksandi talið av fólki við diabetes setir mangar heilsuskipanir undir øgiligt trýst, og stjórnir mugu gera íøgur í sjúkrarøktarfrøðingar nú fyri at bøta um heilsutilvitið hjá fólki og minka um trýstið”.

Nú Atljóða Diabetesdagur er, bjóðar IDF sjúkrarøktarfrøðingum og øðrum heilsustarvsfólki at styrkja sínar førleikar til diabetesviðgerð við ókeypis atgongd til talgilda diabetesskeiðið á IDF School of Diabetes um leiklutin hjá diabetesundirvísarum. Við váttan frá European Accreditation Council for Continuing Medical Education (EACCME) er IDF School of Diabetes ein talgildur pallur, sum veitir dygdargóða og próvgrundaða diabetesútbúgving til heilsufakfólk. Tá skeiðið er lokið, fáa luttakararnir skeiðsprógv og eitt EACCME-stig.

FAKTA OG TØL

·       463 milliónir vaksin (1 av hvørjum 11) høvdu diabetes í 2019

·       Talið av fólki, sum liva við diabetes, verður mett at vaksa upp í 578 milliónir í 2030

·       Ein av hvørjum tveimum vaksnum við diabetes hava ikki fingið staðfest sjúkuna (232 milliónir). Meginparturin hevur typu 2 diabetes

·       Meira enn tríggir fjórðingar av fólki við diabetes búgva í lág- og miðalinntøkulondum

·       Tveir triðingar av fólki við diabetes búgva í býum, og tríggir fjórðingar eru í arbeiðsførum aldri

·       Ein fimtingur av fólki við diabetes (136 milliónir) eru eldri enn 65 ár

·       Í ávísum pørtum av heiminum hava upp í helvtina av COVID-19-smittaðum eisini diabetes

·       4.2 milliónir folk doyðu av diabetes í 2019

·       Diabetes kostaði í minsta lagi 760 milliardir dollarar í heilsuútreiðslum í 2019 – 10 prosent av samlaðu játtanini til heilsu altjóða

Um Altjóða Diabetessambandið

Altjóða Diabetessambandið (IDF) er eitt paraplysamskipan við meira enn 240 diabetesfeløgum í fleiri enn 160 londum og landspørtum. IDF umboðar áhugamálini hjá vaksandi talinum av fólki við diabetes og teimum í vandabólki. Altjóða Diabetessambandið hevur gingið á odda í altjóða diabetesarbeiði síðani 1950. Lesið meira á www.idf.org