Føroysku kommunurnar eiga ikki at vera meira enn seks-átta í tali.
Tað heldur Búskaparráðið, sum í heystfrágreiðingini finst at, at so lítið eftirlit er við búskapinum hjá teimum 30 kommununum, sum vit hava.
Ráðið mælir til at tátta í og ikki bara latas markið við at kommunurnar kunnu skylda eina álíkning vera tað einasta markið fyri, hvat kommunurnar kunnu gera - og hvussu nógvan skatt kommunurnar kunnu taka inn.
SWverri Hansen, formaður í Búskaparráð num, sigur, at skal tamarhald fáast á føroyska búskapinum sum heild, so er neyðugt at skipað kommunurnar øðrvísi. Tað er ikki nóg mikið, at roynt verður at hava tamarhald á landsbúskapinum - kommunurnar telja minst líka nógv - serlgia tá ið talan er um íløgur.
Í heystfrágreiðingini, sum er seinasta frágreiðiongin frá sitandi Búskaparráði, verður mælt til at kommunurnar verða lagdar saman í størri eindir - kanska somu eindir, sum nú samstarva um eldraøkið.