Arbeitt hevur verið við hesi ætlanini í eina tíð, og umsíðir er henda síðan vorðin klár. Við hesi tænastuni ynskir kommunan at veita borgarunum eina tænastu allar 24 tímarnar í samdøgrinum.
Hóast Strendur telist millum miðalstóru kommunurnar í landinum, stendur heimasíðan lítið aftanfyri tær hjá teimum stóru.
Her ber til at finna upplýsingar um so at siga øll viðurskifti, ið hava við kommunu, bygdir, tænastur og annað virksemi. Og her fær ein somuleiðis innlit í, hvat verður samtykt á bygdaráðsfundunum.