Pápakvotan, sum er tvær vikur, verður longd uppí fimm vikur, og fýra vikur verða lagdar aftrat teimum 10, sum foreldrini kunnu býta ímillum sín.
Pápakvotan skal ikki verða tikin fyrstu 14 vikurnar eftir barnsburð, men fyrstu 33 vikurnar. Sum treyt fyri útgjaldi verður sett, at tann av foreldrunum sum fær útgjald, er um barnið í útgjaldstíðarskeiðinum. Er ein mamma einsamøll um barnið, fær hon pápakvotuna uppá fimm vikur, og er pápin einsamallur, so hevur hann rætt til tær 14 fyrstu vikurnar, skrivar Javnstøðunevndin á heimasíðu sínari.
Samstundis verður hámarksútgjaldið hækkað úr 25.000, upp í 27.000 kr. Endaligu roknskapartølini fyri barsilsskipanina eru ikki tøk fyri 2007, men í 2006 vórðu 70 milliónir kr. goldnar í barsilspengum.