Størri pall til konsertina við Rebeccu

Nú fáir dagar eru eftir til heimskenda songkvinnan, Rebecca St. James skal hava konsert í Kelduni í Skálafirði, hevur Keldan avgjørt at byggja verandi pall út.


Hóast verandi pallur í samkomuhúsinum skuldi verið ríkiliga stórur, er hann heilt einfalt ov lítil tá Rebecca St. James skal hava konsert.
Ein av monnunum í Kelduni, Leif Høj sigur, at teir hava avgjørt at gera eina stálkonstruksjón. Hetta fer at gera allan pallin millum ein og tveir metrar djúpari.
- Stálkonstruksjónin verður gjørd soleiðis, at hon kann  brúkast aftur tá aðrar stórar konsertir og tiltøk verða í Kelduni, sigur Leif Høj.
Nevnast kann, at henda konsertin hjá Rebeccu er partur av eini stórari Europa-turne. Ferðin byrjaði í Wales fríggjakvøldið, og vitjar hon síðani í Onglandi, Eysturríki, Sveits, Týsklandi, Estlandi og Bulgaria.
Áðrenn Rebecca kemur til Føroyar skal hon eisini hava konsert í Ungarn. Úr Føroyum gongur leiðin til Noregs og Ruslands.