Størri uttanríkispolitiska heimild ella skerd tjóðarrættindi?

   

Kristina Háfoss
???????
Føroyingar skulu nú umboða ?Ríkið? í uttanríkismálum, ið bert viðvíkja Føroyum. Hesum boðaði danski forsætismálaráðharrin - Anders Fogh Rasmussen - enn einaferð frá, herfyri. Spurningurin er bara hvat veruliga endamálið er.
Føroyingar hava nevnliga í dag rætt til at umboða seg sjálvar í altjóða høpi. Løgfrøðis-liga er ongin forðing fyri sjálvstøðugari føroyskari umboðan í uttanríkismálum - forðingin er politisk.
Heldur enn at økja um sjálvstýrið, kann ein nýggj løgfrøðilig binding millum Føroy-ar og Danmark, ið ikki er grundað á altjóða rætt, bera við sær skerd tjóðarrættindi.

Føroysk ávirkan ein hypotetisk støða ?
Føroyingar hava latið donskum myndugleikum mál at umsita. Tí hava føroyingar í dag sera avmarkaðan avgerðarrætt á uttanríkisøkinum og stórtsæð ongan avgerðarrætt tá umræður eitt nú altjóða felagsskapir og trygdarmál.
Hetta kom ikki minst til sjóndar, tá danski forsætismálaráðharrin seinast varð á vitjan í Føroyum og varð spurdur um, hvørt hann vildi viðurkenna um føroyskir myndugleikar søgdu nei til útbygging av NATO-støðini. Svarið varð, at hetta var ein ?hypotetiskur spurningur?, ið hann ikki vildið svara. Júst tað sama segði hann, tá hann varð spurdur um hetta í grønlendskum høpi. Hendingarnar í samband við Thule í Grønlandi, har danskir myndugleikar arbeiddu ímóti ynskinum hjá grønlendsku myndugleik-unum, geva tíverri illgruna um, at tá danski forsætismálaráðharrin nevnir nakað ein ?hypotetiskan spurning?, er nógv sum bendir á, at hetta merkir, at spurningurin ikki er viðkomandi, tí eru føroyingar, grønlendingar og danir ikki samdir eru tað donsku sjónarmiðini, ið vinna frama.
Ikki trygdarpolitikk, Norðurlandaráðið og IWC
Harvið kann stórt spurnartekin setast við lyftini hjá danska forsætisráðharranum herfyri um, at Føroyar skulu umboða "Ríkið" í uttanríkismálum, ið viðvíkja Føroyum burturav. Hetta er eitt lyfti, ið kann tulkast sera breitt - og kann skjótt gerast fín orð uttan veruligan vilja, ið skal bera orðini til gerð. Tí um nakað viðvíkir Føroyum, so má tað verða útbyggingar av NATO-støðini í Føroyum, nýtsla av føroyskum loftrúmi, limaskapur í Norðurlandaráðnum v.m..
Hóast hetta hevur danski forsætismálaráðharrin fyrr boðað frá, at lyftini um økt sjálvstýri til Føroyar og Grønland á uttanríkispolitiska økinum IKKI fevna um trygdarpolitikk, og sum kunnugt heldur ikki um sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum (sum eitt einmælt samt Løgting ynskir). Leggjast skal afturat, at føroyingar heldur ikki hava fingið loyvi at umboða seg sjálvar í altjóða hvalaveiðufelagsskapinum IWC.
Tá sjálvstøðug umboðan tá umræður Norðurlandaráðið, hvalaveiðu og trygdarmál ikki kemur uppá tal, verður áhugavert at síggja á hvørjum økjum danska stjórnin hevur hugsað sær, at føroyingar skulu hava sjálvstøðuga umboðan.
Óbeinleiðis samtykt av eindarstatinum ?
Velja føroyingar at átaka sær økta ábyrgd og ávirkan á uttanríkispolitiska økinum eigur hetta ikki at verða grundað á, at føroyskir myndugleikar umboða ?Ríkið?. Føroyskir myndugleikar skulu umboða Føroyar.
Men danskir myndugleikar vilja verða við, at Føroyar ikki kunnu um-boða seg sjálvar - bert ?Ríkið?. Danska stjórnin hevur ferð eftir ferð víst á, at hon metir, at danska ríkið er eitt eindarríki, har bert ein tjóð er til, og tað er tann danska tjóðin. Tí er ikki óhugsandi, at danska stjórnin við at fáa føroyskar og grønlendskar at umboða ?Ríkið? soleiðis royna óbeinleiðis at fáa eina viðurkenning frá føroy-ing-um og grønlendingum av, at danska ríkið er ein eindar-statur.
Velja føroyskir myndugleikar at umboða Danmark og Grønland í altjóða høpi umvegis eina lóg - uttanfyri heimastýrislógina - ið skal heimila hesum (hetta er eitt krav frá danskari síðu, hevur danski forsætismálaráðharrin boðað frá), kann stjórnar- og ríkisrættarliga støða Føroya - sæð við altjóða eygum - skjótt gerast ein onnur enn núverandi. Hetta kann møguliga skiljast sum at føroyska landsstýrið á henda hátt óbeinleiðis tekur undir við at danska ríkið er ein eindar-statur - og ikki eitt ríki við trimum tjóðum. Hetta er ein støða, ið møguliga kann seta tjóðarrættindi føroyinga í vága.
Økt sjálvstýri skal grundast á fólkarættin
Føroyskir myndugleikar skulu átaka sær fulla ábyrgd og ávirkan á uttanríkisøkinum, men neyðugt er at verða varin, tá umræður løgfrøðisligar broytingar í samstarvinum við Danmark í framtíðini. Skulu broytingar gerast er alneyðugt, at einhvør broyting byggir á tey tjóðarrættindi, ið Føroyar hava sambært altjóða rætti. Men hetta eru rættindi, ið danska stjórnin higartil ikki hevur viljað viðurkent og tí er sera lítið sannlíkt, at ein møgulig nýggj lóg vil verða grundað á hesi.
Manglandi vilji - ikki manglandi heimild
Føroyski atlimaskapurin í International Maritime Organization (IMO) - ið er ein felagsskapur undir ST - staðfestir óbeinleiðis at føroyingar eru tjóð, ið hevur rætt til sjálvstøðuga umboðan - eitt nú í altjóða ST-felagsskapum. Tá umræður sjálvstøðuga umboðan í altjóða høpi er sostatt ikki talan um nakra forðing frá altjóða síðu.
Somuleiðis er ongin ivi um, at kann heimild gevast fyri, at Føroyar og Grønland kunnu umboða ?Ríkið? í altjóða høpi, so kann danska stjórnin sanniliga eisini finna heimild, ið tryggjar at Føroyar og Grønland umboða seg sjálvi í altjóða høpi - ikki minst grundað á altjóða rætt. Talan er í størri mun um manglandi vilja - heldur enn manglandi heimild.
Forðingin er politisk - ikki løgfrøðislig
Føroya Løgting hevur staðfest, at føroyingar eru tjóð við sjálvsavgerðarrætti sambært altjóða rætti. Føroyingar uppfylla eisini í dag allar treytir fyri at verða viðurkendar sum tjóð við sjálvsavgerðarrætti, og er tað tí ikki ein spurningur hvørt føroyskir myndugleikar hava rætt at umboða Føroyar í altjóða høpi. Hinvegin er tað bert ein spurningur um føroyskir myndugleikar krevja hetta og um danskir myndugleikar vilja loyva ella forða hesum - við eitt nú at vísa til heimastýris-lógina frá 1948. Heimastýrislógin er tó ongin forðing fyri sjálvstøðugari føroyskari umboðan í altjóða høpi. Einasta forðingin er tann politiska.
Skulu krevja tjóðarrættindi
Heldur enn at gera nýggja løgfrøðiliga binding mill-um Føroyar og Danmark, ið kann hava við sær, at føroyingar óbeinleiðis viðurkenna danska eindarstatin, viðurkenna avmark-aði rættindi til at umboða okkum sjálv og seta tjóðarrættindi í váða, átti Landsstýrið at farið veruliga til verka. Fingið altjóða staðfest og viðurkent tjóðarrættindi føroyinga - og kravt sjálvstøðuga umboðan, ábyrgd og avgerðar-rætt í uttanríkis- og trygdarmálum.
Hetta eru rættindi vit eiga - men enn ikki hava kravt.