KÍF-VÍF 22-33 (11-15)
VÍF vann stórt móti KÍF í landskappingardystinum í høllini í Vestmanna sunnudagin. Úrslitið gjørdist ein greiður 33-22 sigur til teir gultklæddu úr Vestmanna, sum í hálvleikinum vóru framman fyri 15-11.
Tað vóru vestmenningar, sum settu seg á dystin frá byrjan, og tá bara tríggir minuttir vóru leiktir, var VÍF framman fyri 3-0. Men so menti KÍF seg av álvara, og bardu seg uppá 3-3.
VÍF fann tó stevið aftur, og sum leið út á hálvleikin, tóku teir seg longur og longur frá Kollfirðingum. Spælið í fyrra hálvleiki var kanska ikki av tí allar besta. Tó høvdu vestmenningar munin, og tað var tí uppiborið, at teir fóru til hálvleiks við eini 15-11 leiðslu.
Í seinna hálvleiki setti VÍF av álvara ferðina upp, og so megnaðu kollfirðingar ikki at hanga í. Sigurin var tí ongantíð í vanda, men spurningur var heldur um, hvussu stórur sigurin skuldi fara at blíva.
-Vit spældu faktiskt ein góðan dyst í dag. Í fyrra hálvleiki eru vit kanska í so ókonsentreraðir, men tá vit fingu glið á okkara spæl í seinna hálvleiki, haldi eg at vit veruliga vístu, hvat var betra liðið, segði venjarin hjá VÍF, Hjalmar Klein Olsen, við Sosialin eftir dystin.
Seinni hálvleikur gjørdist ongantíð nakað stórt hondbóltsupplivilsi. Til tað var munurin á liðunum alt ov stórur.
HJá VÍF sat Ingi Olsen á beinkinum størsta partin av dystinum, og kom hann ikki á vøllin fyrr enn móti endanum. Hetta sigur bara eitt lítið sindur um hvussu stórur munurin var millum liðini. Ingi er jú ein framúr hondbóltsleikari, og plagar hann at spæla við hvørja ferð.
Kollfirðingar høvdu ikki tað stóra at bjóða í Vestmanna sunnudagin.
KÍF hevur ikki breiddina sum skal til fyri veruliga at standa seg í bestu deildini.
VÍF leikti mikukvøldið í farnu viku fyrru semifinaluna í steypakappingini móti Kyndli í Vestmanna. Tann dystin vann Kyndil við einum máli.
Sunnudagin ætlaðu vestmenningar tað øðrvísi og nú liggja vestmenningarnir einsamallir á odda við 15 stigum, meðan strandingar framvegis eru á øðrum plássi við 13 stigum, nú tvey umfør av endaspælinum eru farin aftur um bak.
Kollfirðingar liggja hinvegin á aftasta plássinum við bara 3 stigum.
Dysturin í tølum:
Málskjúttar:
KÍF: Jákup Dam 6, Vagnur Johansen 5, Rúni Nolsøe 3, Petur M. Johansen 2 (1), Emil Petersen 2, Jónálvur Johannesen 2, Finn H. Johannesen 1, Petur M. Poulsen 1
VÍF: Sámal Joensen 7 (3), Daniel Rápa 6 (1), Martin Hummeland 6, Agnar Joensen 4, Ragnar Zachariasen 3, Harald Bjørgvin 3, Petur F. Joensen 2, Ingi Olsen 2
Brotskøst:
KÍF 1, VÍF 4
Útvísingar:
KÍF 4, VÍF 4
Dómarar úr Tjaldur:
Kári Hansen og Dánial Hansen