Guernsey: Sunnudagin byrjaði liðkappingin í badminton. Føroysku leikararnir byrjaðu við dysti seinnapartin, og tá var tað Bermuda, sum skuldi vinnast á.
Hesa uppgávuna kláraðu føroysku spælararnir til lítar, tí endaliga úrslitið gjørdist 5-0.
Í kvinnudoublini vunnu Guri Poulsen og Guðrun Jacobsen ávíkavist 15-1 og 15-1.
Ingun Hansen vann 11-0 og 11-1 í kvinnu-single, meðan Bjartur Lamhauge og Aksel Poulsen bastu Bermuda við ávíkavist settúrslitunum 15-3 og 15-6.
Í blandaðari double spældu Erland Poulsen og Guri Poulsen, og tey vunnu settini 15-4 og 14-0
Seinast var harra-single á skránni, og slapp Ragnar Rasmussen tá at royna seg. Hann sveik ikki álitið og vann settini 15 ímóti ongum báðu ferðirnar.
Staðfestast kann lættliga, at spælararnir frá Bermuda eru á einum væl lægri støði enn føroyingarnir, sum ikki tóktust at hava tað torført í dystunum.
Tap
Eftir stórsigurin á Bermuda stóð ein heldur torførari uppgáva fyri framman. Føroysku spælararnir skuldu nú møta Guernsey sum eru sterkari enn føroyingar í badminton.
Hesuferð gekst heldur ikki so væl. Føroyingar taptu 5-0.
Í kvinnudoublini taptu Guri Poulsen og Gurðun Jacobsen 15-1 og 15-3.
Kvinnu-single endaði við, at Ingun Poulsen tapti 11-2 og 11-1.
Í mans-double taptu Bjartur Lamhauge og Aksel Poulsen tvær ferðir 15-6, meðan blandaða doublan tapti 15-6 og 15-10.
Ragnar Rasmussen var aftur seinastur á vøllinum hesuferð, og hann tapti settini 15-8 og 15-5.
Føroysku spælararnir eru tískil útslignir, og eru ikki komnir víðari í liðkappingini.
Badmintonleikararnir skulu aftur í eldin mikudagin tá harra-single og kvinnu-single er á skránni.
Myndatxt: Ragnar Rasmussen spælir her ímóti einum av spælarunum frá Bermuda. Hann vann bæði settini 15-0