StÍF-Tjaldur 34-16 (16-10)
Framgongdin, sum hevur verið at hóma hjá Tjaldrinum í seinastuni, hvarv aftur á Skála sunnudagin, tá FM-kandidatarnir hjá StÍF vunnu ikki minni enn 34-16 á grannunum hinumegin Skálafjørðin.
Tað er ikki stórt meir at siga um dystin enn at StÍF, sum úrslitið vísir, var klárt betra liðið og í løtum mestsum spældi Tjaldrið av vøllinum.
John Petersen gjørdist enn einaferð toppskorari við níggju málum, og honum næstur var Pauli Hansen, sum skeyt átta. Mortan Hansen rakti beint seks ferðir fyri Tjaldrið.
Tað gekk annars javnt á fyrstu tjúgu minuttirnar av dystinum, men við støðuni 8-7 til heimaliðið fór munurin at vaksa. Tað kom illa við hjá gestunum, at Kári Hansen, sum er farin út á vøllin at spæla, nú Jógvan Martin Hansen er komin í málið, beklaði og noyddist at gevast. Hann spælir á miðjuni, hevur gott eyga fyri spælinum og hevur styrkt um álopið hjá Tjaldrinum, har venjarin Pole Hansen av tí sama er farin inn á strikuna at spæla.
Tá Kári fór út, øktist munurin sum sagt rættiliga skjótt, og serliga Pauli Hansen á høgra vongi hevði góðar dagar móti endanum av fyrra hálvleiki, sum StÍF vann 16-10.
Í seinna hálvleiki gekk sera illa í hond hjá Tjaldrinum, og teir skutu bert seks mál seinna hálva tíman. Tá fekk StÍF ikki færri enn 18 og vann sostatt 34-16 ? ein ruddiligur sigur, og tað bleiv enn einaferð staðfest, at av teimum mongu ósigrunum hjá Tjaldrinum í ár eru teir størstu komnir móti júst StÍF. Tað hoyrir við til søguna, at Henning Jarnskor í StÍF-málinum stóð væl í seinna hálvleiki. Hann spældi allan dystin, tí hin málverjin hjá strandingum, Johan Danielsen, fekk heilaskjálvta í dystinum móti KÍF herfyri.
Niðurflytingin nærkast
Bæði Jens Martin Knudsen og Pole Hansen hava í ávikavist Sosialinum og leikskránni hjá Kyndli ført fram, at tað ikki er vist, at Tjaldrið endar niðast, men tað er greitt, at um tann spádómurin skal halda, er neyðugt, at vend kemur í, og tað ongantíð ov skjótt. Liðið hevur nú tapt 14 av 14 dystum, og hóast fleiri av ósigrunum hava verið teprir, eru eisini fleiri ? sum nú sunnudagin ? har munurin hevur verið stórur.
Sum nevnt í byrjanini hevur framgongd verið at sæð, og í seinastuni hava vit eisini sæð nøkur system í álopsspælinum hjá Tjaldrinum. Menn eru um at koma í røttu venjingarstøðuna, og »kenslan« av hondbóltinum í einum annars rættiliga fótbóltsdomineraðum býi er vaksandi. Um nú Tjaldrið flytir niður ? og nógv er, sum bendir tann vegin ? er tað eingin katastrofa fyri felagið, men so ræður um at halda fram við uppbyggjandi arbeiðnum í nýggja felagnum, sum tykist vera komið fyri at verða.
Hjá StíF er støðan ein heilt onnur. Nógv meta liðið hjá strandingum sum tað mest seriøsa boðið upp á ein føroyameistara, og rætt er tað, at tá teir eru í rætta lagnum, spæla teir bæði besta og vakrasta hondbóltin í landinum.
Ein trupulleiki kann vera, at StÍF ikki á sama hátt sum Kyndil og VÍF hevur vinnaratraditiónir í manshondbóltinum, men hinvegin hava John Petersen, Henning Jarnskor og Agnar Højgaard allir vunnið FM í fótbólti, umframt at venjarin Jónleif Sólsker fleiri ferðir hevur verið føroyameistari við Kyndli. So kanska er ein broyting á veg hjá StÍF, sum hevur verið føroyameistari tríggjar ferðir ? 1943, 1944 og 1945, sum vóru trý tey fyrstu árini, kappast varð um føroyameistaraheitið í manshondbólti, og áðrenn fleiri av núverandi 1. deildarfeløgunum yvirhøvur vórðu sett á stovn.