Stórsigur til Bárð og Marienlyst

Bárður og felag hansara, Marienlyst, vóru greitt omaná, tá teir í dag spældu steypafinalu móti Aalborg HIK.

Tað var bara í løtum, at Aalborg megnaði at skapa nakað, sum líktist trýsti móti Marienlyst, sum vann dystin 3-0, uttan at teir nakran tíð veruliga vóru í vanda fyri at missa hvørki sett ella sigur.