Tað gongur avbera væl hjá einasta føroyska spælaranum í eingilskum vaksnamannafótbólti. Landsliðsmaðurin Julian Johnsson er í Hull, og tað er eyðsýnt, at venjarin, Brian Little, heldur nógv av føroyska spælaranum.
Síðsta dømið um hetta var leygardagin, tá Hull hevði vitjan av Cheltenham. Julian Johnsson var aftur hesa ferð frá fyrsta bríksli mitt á miðvøllinum. Brian Little skifti tríggjar spælarar út, men Julian var á vøllinum allar 90 minuttirnar.
Eingin ivi var um, hvat av liðunum var tað betra. Hull vann 5?1, eftir at støðan í hálvleikinum hevði verið 3?0.
9.435 áskoðarar vóru í Boothferry Park, og lagið var gott á teimum. Hull kom á odda, tá mótstøðumenninir longu í triðja minutti vóru so óhepnir at gera sjálvmál. Hull økti til 2?0 eftir langt fríspark í 22. minutti, teir øktu til 3?0 við stútara, tá 25 minuttir vóru farnir, og so var sigurin vísur.
Tá seinni hálvleikur var 23 minuttir gamal, minkaði Cheltenham um munin, men Hull svaraði aftur í 77. og 81. minutti. Julian Johnsson var ikki millum málskjúttarnar.