Stórsigur til Siumut

Landstingsvalið í Grønlandi í gjár bleiv ein stórsigur til Siumut og serstakliga forkvinnuna, Aleqa Hammond. Flokkurin fekk 42,8 prosent av atkvøðunum og 14 tinglimir, sum er fimm fleiri enn á seinasta vali. Tann stóri taparin var IA hjá Kuupik Kleist, landsstýrisformanni, sum misti tríggjar tinglimir.

Grønlendsku fjølmiðlarnir siga, at Siumut kann velja at skipa samgongu saman við Atassut, Partii Inuit ella Demokratunum ella eina stóra samgongu saman við IA.

Endaliga úrslitið av valinum, sum bleiv kunngjørt í nátt, sær soleiðis út:

Siumut: 42,8 prosent (12.910 atkvøður)

Inuit Ataqatigiit: 34,4 prosent (10.374 atkvøður)

Atassut: 8,1 prosent (2.454 atkvøður)

Partii Inuit: 6,4 prosent (1.930 atkvøður)

Demokraterne: 6,2 prosent (1.870 atkvøður)

Kattusseqatigiit Partiiat: 1,1 prosent (326 atkvøður)

Onnur: 0,0 procent (9 atkvøður)

Tingmannabýtið í nýggja Inatsisartut er hetta (tølini í klombrum vísa tingmannatalið undan valinum):

Siumut: 14 (9)

Inuit Ataqatigiit: 11 (14)

Atassut: 2 (3)

Partii Inuit: 2 (nýggjur flokkur)

Demokraterne: 2 (4)

Kattusseqatigiit Partiiat: 0 (1)