Tann 6. juni í 1944 settu teir sameindu 156.000 hermenn á land í Norðurfraklandi, og landgongdin gjørdist byrjanin til endan á seinna heimsbardaga.
Á 60 ára degnum sunnudagin vóru fleiri av teimum nú meiri enn 80 ára gomlu hermonnunum komnir aftur á fronsku strondina. USA, Kanada, Bretland, Avstralia og Belgia høvdu sent hvør sína deild av gomlum hermonnum til Fraklands, og úr fleiri øðrum londum vóru gamlir hermenn komnir at minnast teir felagarnar, sum fullu í fronsku fjøruni D-dagin.
Forsetarnir Jacques Chirac, George W. Bush og Vladimir Putin vóru til minningarhaldið saman við millum annað Elizabeth drotning, Haraldi kongi og niðurlendsku drotningini Beatrix. Chirac helt røðu til minnis um teir falnu, og hann gav nøkrum av teimum gomlu hermonnunum heiðurstekin fyri teirra avrik. Teirra millum var tann 83 ára gamli norðmaðurin Gunnar Knudsen, sum var kokkur umborð á einum skipi, sum flutti útgerð um Ermasund D-dagin.
Í minnisrøðuni takkaði Chirac hermonnunum, sum komu á land í Norðurfraklandi, og hann mintist eisini teir russisku hermenninar, sum bardust ímóti týskar-unum við Moskva, Stalingrad og Kursk.
Teir flestu hermenninir, sum fóru upp á land í Normandínum D-dagin, vóru amerikanarar, og undir menningarhaldinum segði George W. Bush, forseti, at USA hevði verið til reiðar at gera tað sama í dag fyri at hjálpa sínum vinum.