Stórsligin fastalávintsveitsla í Sørvági

Óvanliga nógvar grýlur vóru í Sørvági mánadagin. Verkhúsið fyri tey menningartarnaðu skipaði fyri fastalávintsveitslu, og verkhús úr øllum Føroyum vóru við

Í kavaveðrinum mánadagin fyltist Sørvágur av bussum úr Klaksvík, Runavík og Tórshavn. Út úr bussunum komu 165 sera fínt klæddar grýlur. Prinsar og prinsessur, kinesarar, sjórænarar, indianarar, kaninir, víkingar og ein og onnur gívur.
Veitslan byrjaði klokkan 11 við tunnusláing bæði inni og úti. Tunnurnar vóru málaðar í ymiskum litum, og tær vakurt pyntaðu grýlurnar slóu alt tær orkaðu. Eina tunnan kom niður aftan á bert 20 minuttir.
Verkhúsið í Sørvági, sum vanliga bara hevur átta starvsfólk og tveir leiðarar, var fult á tremur, og fólk stóðu næstan oman á hvørjum øðrum, men stemningurin var stak góður, og øll hugnaðu sær.
Klokkan 12.00 var matsteðgur, og øll fingu sær pylsur við breyð og sodavatn.

Øll dansaðu
Aftan á døgverða var farið inn í Húsmøðrafelagshúsið at dansa. Jákup og Jørgen spældu til dans, og gólvið fyltist skjótt við øllum sum dansaðu til sangir sum »Lucky lips« og »Bye bye love«. Tey, sum ikki høvdu hug at dansa kundu fáa sær ein kaffimun, við fastalávintsbolla.
Fimm av verkhúsinum í Føroyum, sum eru seks í tali, møtast hvørja fastalávint til veitslu. Hetta var fyrsu ferð veitslan var í Sørvági. Nógv verður gjørt burturúr, og tey úr Runavík høvdu brúkt alla vikuna áðrenn til evninsviku, har grýlubúnarnir vóru gjørdir.
Einasta verkhús sum ikki er við til veitsluna er tað í Suðuroynni eftirsum ferðin verður ov long.
Klokkan 15.30 fóru grýlurnar aftur í bussarnar, og leiðin bar heimaftur aftan á ein hendingaríkan dag í Sørvági.