Stórsligin konsert frá Oniontree

Oniontree vóru ótrúliga væl nøgdir eftir konsertina í Flags Tjaldinum í nátt, har áhoyrarin fekk rokk tónleik fyri allar pengarnar - Hetta er tað stórsta konsertupplivilsi vit hava haft, siga allir fýra limirnir í bólkinum Oniontree, Sigmund, Magnus, Jan og Fríði.

Í Flags Tjaldinum spældu teir eina konsert, sum bæði gav áksoðaranum eina stórslidna ljóðmynd, men sum eisini bjóðai uppá akustiskan guitar og singer/songwriter tónleik, framført av forsangaranum, Sigmundi, einsamøllum á pallinum. Umframt coverløg frá m.ø. Linkin Park, Blood Hound Gang og Owl City, spældu teir fyrst og fremst egin løg. - Ein vælframførd konsert, har fantastiski vokalurin hjá Sigmundi veruliga kom til sín rætt, væl uppfylgdur og stuðlaður av restini av manningin í bólkinum.